Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri 1. ársfjórðing í ár.

Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð.

Seinastu tølini vísa, at umsetningurin fyri klæðir og fótbúnað var nærum 10 prosent minni 1. ársfjórðing 2020 samanborin við umsetningin 1. ársfjórðing 2019, meðan umsetningurin av matvørum og húsbúnaði er vaksin ávikavist 12 og 7 prosent.

Ymsu tiltøkini, sum byrjaðu um hálvan mars í ár við endamálinum at basa útbreiðslu av korona-smittu, hava ivaleyst ávirkað samfelagið á ymsan hátt, og ein viðkomandi spurningur at seta sær í hesum tíðum vil vera, um keypshugur og nýtslumynstur hjá húsarhaldunum broytist.

Seinast dagførdu hagtølini um smásølu fevna tó um tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, har tiltøk til tess at basa korona-smittu vóru galdandi í minni parti av tíðarskeiðinum. At millum annað ávísir handlar valdu at steingja frá hálvum mars, sæst uttan iva aftur í hesum tølunum.

Serliga merkisvert í hesum hagtølunum er, at umsetningurin av klædnavørum og fótbúnaði var nærum 10 prosent minni 1. ársfjórðing í ár í mun sama ársfjórðing í fjør.

Eftir støðugan miðalprís seinastu 10 árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað, og verður hædd tikin fyri hesum prísvøkstri, er mongdin av seldum vørum í hesum vørubólki 12 prosent minni 1. ársfjórðing í ár samanborið við 1. ársfjórðing í fjør.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo