At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Týsdagin 13. oktober klokkan 19:45 hittast Føroyar og Andorra í UEFA Nations League dysti á Tórsvølli.

Til dystin farna leygardag, tá lettar vitjaðu, var aftur møguleiki at hava áskoðarar á Tórsvølli tá landsdystir eru á skránni, og soleiðis verður aftur týskvøldið.

500 atgongumerki verða sett til sølu til dystin móti Andorra, og klokkan 19:00 sunnukvøldið 11. oktober letur atgongumerkjasøaln upp í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki til UEFA Nations League dystin millum Føroyar og Andorra við monnum er 200 krónur.

Kunning til áskoðarar
Áskoðarar brúka inngongd A, B, C og D, og tað er av stórum týdningi, at øll halda seg til sítt pláss allan dystin. Harfaturat er krav, at øll bera munnbind alla tíðina, meðan tey eru á stadion, og skulu áskoðarar sjálvir útvega sær munnbind.

Fjølmiðlar brúka inngongd F.

Parkering
Víst verður til parkeringsmøguleikarnar við ÍSF-húsið, ítróttarhøllina á Hálsi og við suðurendan á Tórsvølli.

Heitt verður samstundis á øll um at halda frastøðu (minst 1 metur), og um at halda gott reinføri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo