Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

So náddu tey fram tey døpru boð… sum ein ódn av landnyrðingi: okra gamli vinur, Sørin, er farin í annað ljós sjálvan kyndilsmessudag. Hann arbeiddi líka til jólaaftan. Millum jólanna kendi hann seg ótilpassar. Og nú er hann longu deyður.

Okur hittust fyrstu ferð ein augustdag í 1971 í Hoydølum, tá ið m.a. Christian Haraldsen, Erik Petersen og Eyðun Sørensen (systkinabarn hansara) vóru uppi á døgum. Har runnu okra vegir saman sum floksfelagar á málsligu deildini. Og okur hava verið vinmenn síðan.

Kanska okur bygdafólk, sum vóru eitt sindur ótrygg í nýggja umhvørvinum í Havn, høvdu lyndi til at leita saman. Kanska var tað sambandið til Vágs. Pápabeiggin, Zacharias, hevði ført skip her suðuri og fingið sær konu úr Vági.

Sørin var sonur Evu og Liggjas Sørensen – bæði fugloyingar. Hann hét eftir tveimum prestum: Søren Sørensen, Viðareiðispresti og Christian Pram Gad, sum var prestur í Havn 1824-1833. Okur komu eisini at kenna tey gomlu, árini, tá ið okur búðu í Klaksvík. Fittari og friðaligari fólk enn Evu og Líggjas sást tú ikki innan Klakk.

Minnilig var studentaferðin út í Fugloy uml. 1973. Okur búðu á Deild og hjá Siggu og Ponga. Sigga, systir Líggjas, hevði á ungum árum tænt í Vági. Hon vísti okum ein málaðan malargrótarstein við heilsan úr Vági. Steinin goymdi hon sum reyðargull.

Tá livdu omma og abbi Sørin, Sunneva og Sakarias á Deild.

Bæði lógu tey um 90instjúgu ár, men kortini virkin og skilagóð. Eg eigi eina frálíka mynd, har Sakarias stendur og spinnur í kjallaranum.

Sakarias sá og Sunneva hoyrdi – soleiðis hjálptust tey gomlu á Deild. Minnist, at Sakarias helt, tað vera øtiliga stuttligt, at fransar søgdu: «o-vi»-«o-vi», tá ið teir meintu JA.

Árini í Hoydølum vóru gevandi á mangan hátt. Okur sungu týskar sangir við Haraldsen, nomu klassiska tónleikin við Eyðun Sørensen, lærdu móðirmál Cæsars hjá Axel Tórgarð og filosoferaðu við djúptøknu rødd og yrkingum Leonard Cohens. Men, við hvørt var buldrasligt. Ikki minst, tá ið Málstríðið setti sín dám á próvtøkurnar í 1974.

Stuttligt, sum slóðir kunna krossast. Meðan okur gingu í Hoydølum, var eg í summarfrítíðini onkran snellutúr undir Íslandi við ”Múlatanga”. Okur sigldu uppá prei á Eysturlandinum. Tá stendur Sørin á ”Fuglberg” og heilsar. Minnist ikki, um tað var nylon, húkar ella bara snúsneyð, sum fekk okum at sigla uppá prei.

Sørin fór av landinum at lesa jura í Keypmannahavn. Eg fór til Odense at lesa mál og bókmentir. Soleiðis skiltust okra vegir meira ella minni.

Eftir útbúgvingina hittust okur aftur her á landi. Sørin fekk starv í miðfyrisitingini í Havn. Har lá hansara partur sanniliga ikki eftir. Eg endaði sum Hf- og studentaskúlalærari í Klaksvík og við Gøtugjógv. Seinri fluttu okur suður til Vágs.

Hóast Sørin búði í Havn, so var hann ofta norðuri í Vági. Og altíð kom hann inn á gólvið hjá okum. Báði tá ið okur búðu úti í Gravarbø, og tá ið okur búðu í Vágstúni.

Appilsinguli súkkluvognurin var tá ein býarmynd í Klaksvík. Annaðhvørt talan var um dreingirnar hjá okum, toskarhøvd av Kósini ella leiðin lá fram við hjá Einari Waag. Og ikki minst summarkvøldini á Borðoyarvík við tráðu á Hellisenda. Nú hvíla eisini fryntligu Óli bóndi og Torgerð undir grønu torvu. Tað vóru stak góð ár har norðuri.

Hin 10. apríl 2010 giftist Sørin við Sólvá Johannesen úr Fuglafirði.

Sørini dámdi væl tónleik og sang. Tí var tað ikki so undarligt, at hann fekk sær ein sangfugl úr Fuglafirði. Í raðhúsunum hjá teimum úti við Strond hevur mangur sitið væl.

Vinaløg eru so ymisk. Tú hevur ikki fyri neyðini at slíta gáttina hjá gomlum vinum. Tú slær uppá tráðin av og á at vita, hvussu støðan er. Var eg í Havn, so plagdi eg at støkka inn á gólvið hjá teimum. Tey vitjaðu eisini suðuri í Vági av og á.

Eitt kvøldið fyri jól ringdi Sørin – dett ediliga menniskja - bara soleiðis, sum hann segði: «fyri at hoyra málið í tær». Lítið visti eg, at tað var seinasta samrøðan okra millum…

Friður og Guds signing veri við minninum um gamla vinmannin, Sørin Pram Sørensen.

Arnfinnur Thomassen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo