Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Vit eru ikki trygg at súkkla ella ganga ein túr í Sørvági.

Soleiðis skrivar ein av teim 42, sum lótu inn aftur spurnarbløðini.

Tað vóru deild út 70 spurnarbløð til tilvildarlig ikki navngivin húski. Ongin av teim uppstillaðu til bygdarráðið luttók í kanningini, og ongin av teim sitandi í bygdarráðnum luttók. Tað komu sum sagt innaftur 42 spurnarbløð. Og talfestingin niðanfyri er tilvildarlig.

Av teim 42 húskjunum sum svaraðu uppá spurnarbløðini, vóru tað 40 sum ynsktu broytingar í ferðsluni sum hægsta prioritet. Stúranin fyri ferðsluni plágaði tey allarmest.

Hettar svarar til 95%.

74% ynsktu nýggja ítróttarhøll.

Nýggja vøggustovu vóru tað bara 11 húski sum ynsktu. Vøggustovan, fyri uml. 30 milj., sum bygdarráðið nú fer at útbjóða fall heilt heilt uttanfyri topp 10. So kann ein spyrja á hvørjari planet liva bygdarráðslimirnir ? Pedagogarnir, sum krevja nýggja vøggustovu, eru blivnir partur av akademikarastættini, og hesi krevja síni offur. Og tað, óansæð hvussu bygdarfólkið raðfestir.

Um ferðsluna í Sørvági, so kann tað minnast á, at í 1968 bleiv tað gjørd ein brúgv úti í Geilini beint við hjá Selfoss. Hendan brúgvin var forleyparin til kringvegin,sum skuldi ganga uttanum Sørvágs bygd. Tá hevði bygdin politikarar við framskygni. Men onnur meira trongskygd fólk komu til. Har hendi ikki meira, og vegurin bleiv súltaður í gloymskuna.

Eg lovaði teim at viðmerkingarnar skuldu verða almannakunngjørdar, so røddin á teim sum ikki rópa hart, eisini skuldi verða hoyrd. Viðmerkingarnar eru listaðar niðanfyri.

  1. Fríska gonguteigarnar og avmarkingar annars. Fáa tungu ferðsluna úr bygdini

  2. Tungu ferðsluna vekk úr bygdini. Tryggari ferðslu í bygdini

  3. Tryggari ferðslu við skúlan og í bygdini. Betri gonguteigar / súkkluteigar við Skúlavegin

  4. Ikki loyvt at parkera á Skúlavegnum. Gonguteig á Skúlavegnum.

  5. Tryggari ferðslu, onkunstaðni kundi verið einvegis. Gonguteigar, Á Stongum / Niðaraveg / út á skúlan.

  6. Fortov út á Kajuna og til Býggjars. Betri vegir allastaðni

  7. Betri súkkluteigar - av Stormi/Skúlan, av Bakka/Skúlan, úr Bygdini/Kajuna

  8. Tryggari ferðslu

  9. Tryggari ferðslu av Bakka / skúlan. Betri vegir allastaðni. Betri gonguteigar

  10. Tryggari ferðslu. Betri vegir

  11. Betri ferðslu. Gonguteigar úti á Býggjarvegnum. Súkkluteigar úti á Býggjarvegnum og á Mýrðavegnum

  12. Betri gonguteigar við skúlan

  13. Eina gongurutu runt bygdina. Húsadal- Mýrarnar-Svartafoss osfr. Á Niðaravegi er alt ov myrkt um kvøldarnar

  14. Tung ferðsla má tálmast. Betri súkkluteigar - av Stormi/Skúlan, av Bakka/Skúlan, úr Bygdini/Kajuna

  15. Ov vánalig ferðsluviðurskifti í Sørvági. Tað er ALT ov tung ferðsla ígjøgnum Sørvág. Vit eru ikki trygg at súkkla ella ganga túr í Sørvági. Betri gongu/-súkkluteigar. Kann bara geras betri. Fái bummar upp ymsa staðni. Niðarivegur er fullur av vatni tá sjórok og regn er. Niðarivegur er ov myrkur. Sørvágur er av teim vánaligastu gongu/-súkkluteigum í Føroyum.

  16. Tryggari ferðslu (serliga frá Á handlinum til Skúlan)

  17. Tunga ferðsluna í Bygdini má burtur. Betri vegir allastaðni. Betri súkkluteigar - frá Blindtarminum/Skúlan, av Bakka/Skúlan (tiltrongt) úr Bygdini/Kajuna (tiltrongt)

  18. Vegir sum ikki eru lidnir m.a. undir Ryski. Har er eitt grótbrot, sum hevur ligið í 15 ár. Gongu/-súkkluteigar og røkta teir sum longu eru.

  19. Tryggari ferðslu yvir tað heila, frá Missiónshúsinum til Dumpin, Fränk Bygdini til Kajuna. Betri vegir frá Missiónshúsinum til Kajuna, Varðagøtu. Betri gonguteigar út til Skúlan, Niðaraveg. Betri súkkluteigar Húsadal/Flogvøllin, Mýrarnar/Flogvøllin, av Bakka/Skúlan. Uppdatera ferðsluna, vegir, gonguteigar og súkkluteigar (vegforðingar).

  20. Tryggari ferðslu við Skúlan, mitt í Bygdini. At kommunan viðlíkaheldur fortov og vegir í útjaðaranum í bygdini

  21. Tryggari ferðslu. Betri súkkluteigar/ gonguteigar til Býggjar. Ferðsluna við skúlan og PE má gerast nakað við.

  22. Betri súkkluteiga

  23. Tryggari ferðslu uttanfyri PE (evt. so inngongd kann verða niðanfyri). Betri/fleiri gonguteigar har nógv fólk ganga, ss. við skúlan. Betri vegir (fylla holur) og breiðka vegir sum bert hava ein bana ss. undir Ryski

  24. Tryggari ferðslu í Bygdini. Betri vegir allastaðni, men helst undir Ryski + vendipláss. Fyri uml. 7 árum síðan vóru teir ígongd við at gera vegin. Teir fóru í feriu, men komu ongantíð aftur.

  25. Betri vegir. Betri súkkluteigar Húsadal/Flogvøllin

  26. Tryggari ferðslu í Bygdini og tí økinum sum er merkt 30 sona. Betri vegir frá PE út á Kajuna.

  27. Vegirnir kunna betrast so gott sum allastaðni her.

  28. Betri vegir

  29. Betri vegir á Mýrum og runt í Bygdini, av Stormi/skúlan. Manglandi útkoyring frá ovaru Gerðisbrekku.

  30. Tryggari ferðslu fram við Sýsluni og barnagarðinum. Betri vegir so at siga allastaðni

  31. Tryggari ferðslu mitt í Bygdini - tungu ferðsluna burtur. Betri vegir mitt í bygdini. Betri gonguteigar allastaðni. Smáar gøtur kring um bygdina - egna t.d. at trilla/renna

  32. Tryggari ferðslu á Húsadalsvegi, Varðagøtu, í Bygdini, frá Stormi. Betri gonguteigar, kunnu gera teir betri til barnavognar. Gjørt okkurt fyri at gjørt tað tryggari at trilla barnavogn. Betri súkkluteigar frá Húsadali/Flogvøllin, Mýrarnar/Flogvøllin

  33. Parkeringspláss. Betri vegir allastaðni

  34. Onga viðmerkj.

  35. Betri vegir til tunga ferðslu. Gonguvegir á Niðaraveg

  36. Fá ta tungu ferðsluna vekk frá bygdum øki. Betri vegir um alla bygdina.

  37. Tryggari ferðslu. Tungu ferðsluna úr Bygdini

  38. Onga viðmerkj.

  39. At fáa tungu ferðsluna út um bygdina

  40. At fáa tungu ferðsluna út um bygdina, um gjørligt

  41. Øll bygdin trongir til at blíva asfaltera.

  42. Betri ferðslu

Rúni Nolsøe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo