Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Eg var á politiska valfundinum í Sankta Frants skúla í gjárkvøldið, har ein foreldrabólkur aftur hevði sett ynskið um framhaldsdeild á skúlanum á politisku dagsskránna. Hetta er annar almenni politiski fundurin um evnið í ár. Eg rokni við, at tað vóru nærri 150 enn 100 fólk á fundi.

Uttan at fara í kjakið um, hvat eg haldi um málið ,ella hvat man fara at henda uppundir ella aftan á valið, so fegnist eg veruliga um at síggja áhugan, viljan og orkuna hjá foreldrunum á hesum skúlanum. Tað er ein fragd at síggja og hoyra eina rúgvu av foreldrum kjakast siðiliga og inniliga um mál, sum tey brenna fyri. Tað er fantastiskt at síggja tey krevja politikarar at svara uppá ítøkiligar spurningar og støður og halda teimum fast í tí, teir hava sagt og gjørt frammanundan um málið.

Hetta síggja vit alt ov lítið av í Føroyum í dag. Fólk práta eina rúgvu, skriva á Facebook, men sjáldan á fundum. Skal tað eydnast at fáa foreldur at koma á felagsfund á skúlanum er neyðugt at hava annaðhvørt ein góðan fyrilestur á skránni ella eina ordans konflikt. Tað tykist ikki vera nokk at koma at umrøða, hvussu støðan er, hvat er gott og hvat hond má takast upp. Tað gevur at býta við uppmøtingini til uppstilingarfundir á skúlum við fleiri hundrað næmingum, har tað møta 5-15 foreldur. Hetta eru fleiri dømi um hesa vikuna.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo