Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt nýtt valevni og kent andlit stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn.

Sofus í Horni Hansen, kanska betri kendur sum Halleluja Sofus, er 66 ár. Hann býr í Havn, har hann eisini er føddur og uppvaksin saman við foreldrum sínum og fýra systrum.

Sofus er útbúgvin bilmekanikari og hevur frá heilt ungum árum starvast innan hesa vinnu. Umframt, at hann eisini hevur fingist við mangt og hvat innan sniðgeving og list av øllum handa slag. Sofus er giftur á 44. ári, hevur tvær døtur og tríggjar abbadøtur.

Hjartamálini hjá Sofusi avspegla í stóran mun hansara alsk til list og sniðgeving.

Hann vil m.a. arbeiða fyri, at umstøðurnar hjá eldri fólki og fólki við fysiskum avbjóðingum verða betri, umframt at býurin í síni heild verður ein miðdepil, ið vit havnaborgarar kunnu vera stolt av, bæði við atliti til trygd og trivnað, eitt nú:

Lættari atkomuviðurskifti til og frá almennum støðum á jøvnum føti við onnur, ið ikki hava avbjóðingar. Sum er, eru alt ov nógvar forðingar við óneyðugum kantum og trapputrinum og smølum hurðaopum

Undirlendið frá eitt nú Steinatúni oman á Vaglið er so mikið óeins og ójavnt, at vandin fyri keiktum føtliðum og brotnum stillettum er ovurstórur, eins og tey í koyristóli ella vogni missa bæði tenn og plombur av ristingnum frá ójavna undirlendinum

Innkomuvegir skulu í størst møguligan mun førast gjøgnum tunlar

Gongubreytir á ávísum ferðslutungum støðum skulu skiljast heilt burtur frá koyrivegum

Koyritekniskt annlegg har bilførarar kunnu venja og læra at koyra, serliga í hálku. Eisini kundu vit gingið á odda við einum koyritekniskum annleggi til stór akfør, sum tað er stórur mangul uppá í londunum kring okkum. Hetta hevði samstundis skapt møguleikar fyri bæði hotell og matstovuvirksemið til hýsing í sambandi við koyriskeiðsvirksemið

Skálatrøð skal gerast meira brúkiligt og praktiskt til gagns fyri bæði bileigarar, handlar og matstovur kring økið

Býarplanlegging og bygging av bygningum og øðrum anleggum skal vera meira estetisk og gjøgnumhugsað, har heildin verður tikin við og samanhangur verður millum gamalt og nýtt. Á tann hátt umgangast bygging av óhóskandi og beinleiðis ljótum bygningum, ið ikki hóska til býin og lendið rundan um

Skynsama sambinding millum Grím Kambansgøtu og niðaru Havnina fyri at skapa betri ´flow` fyri handilsvirksemið í býnum

Ein opnan og brúkiligan bý, soleiðis at ferðslan kann glíða betri við fleiri frá- og gjøgnumkoyringum. Tað eru alt ov nógvir vegir og gøtur, ið antin eru stongd, einvegis ella á annan hátt forðað, uttan at hetta hevur nakra ítøkiliga orsøk ella meining. Slíkt eigur at verða endurskoðað, nú ferðslan er munandi økt seinastu árini

Føroya Væl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo