At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna hevur latið gjørt faldarar og heimasíðu á føroyskum og enskum  sum íkast til ferðavinnun í Vágum. Endamáli er  at varpað ljós á okkara sera áhugaverdu náttúru, har søgur og sagnir eru partur av túrunum.

Vágar er ein tann vakrasta oyggin í heiminum og hampiliga lætt er at ganga. Náttúran er hugtakandi vøkur, somuleiðis eru sera nógvar áhugaverdar søgur knýttar at teim ymsu plássunum... trýst her

Í faldaranum eru  3 innangarðs og 3 uttangarðs túrar í Miðvági og tað sama í Sandavági. Ein stutt lýsing av søgu og sagnum er á faldaranum. Á heimasíðuni  www.vagatourist.fo ella www.vagatourist.com ber til at lesa  meira og síggja myndir úr kommununi.

Umframt hetta, hava veitarar møguleika at leggja leinkju , sum vísir til egna heimasíðu.

Okkara vakra oyggj hevur eina sera spennandi søgu.

Tú kann sjálvur velja, hvat tú vil uppliva.

Her er alt frá huldukonum, sjórænarum, følskum kanónum til prest í øðini við øks í hendi.

Fá ein túr við ferðaleiðara og hoyr meira um okkara søgu.

Endamálið er at vekja áhugan  fyri gongutúrum, har søga og sagnir eru ein partur av túrinum.  Til ber at bíleggja túrar á www.VisitVagar.fo, har ferðaleiðari er knýttur at túrinum. Ferðaleiðarin greiðir meira gjølla frá tí, sum stendur í faldaranum og á heimasíðunum.

Hetta er fyrsti partur av eini røð av túrum og søgum.

Tað eru Lydia Laksafoss og Heini F Petersen, sum hava staði fyri arbeiðinum at gera faldararnar. Johan Ludvík Laksafoss hevur gjørt heimasíðuna.

Vága kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo