Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Forkunnugur fundur var í gjár á ráðhúsinum, tá dómpróstur saman við flestu av sóknarprestunum í Tórshavnar kommunu komu á vitjan hjá borgarstjóranum.

Fólkakirkjan ræður sær sjálvari, men kortini eru mong áhugamál til felags við kommununa.

Borgarstjórin nýtti í hesum sambandi høvið at greiða frá menningini í kommununi. Eisini tók hann fram arbeiðið at væla um kirkjugarðskapellið og økja um sitiplássið har, eins og fríðkan og planting við kirkjurnar. Arbeiðið at gera nýggja kirkjugarðsleið í Hoyvík niðan Dalin Langa er eisini í gongd.

Eisini dómpróstur og sóknarprestarnir tóka fram ymiskt av felags áhuga. Kirkjustovan, fyrr nevnd Arnes Minde, verður í løtuni umbygd. Hetta arbeiðið er vorðið meira umfatandi enn mett. Eisini varð greitt frá nýggjum kirkjuligum tænastum í Havn, har dentur er lagdur á sosialt virksemi og eldri, sum búgva heima.

Reglugligar gudstænastur eru á eldrabústovnunum í kommununi. Her gjørdu prestarnir vart við, at á nøkrum stovnum kundu ljóðviðurskiftini gerast betur.

Prestarnir høvdu eisini á orði, hvussu væl kirkjugarðarnir í kommununi eru skipaðir og við dugnaligum starvsfólki.

Fundurin endaði við, at borgarstjórin og dómpróstur saman við sóknarprestum hava árligan fund um felags mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo