Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

– Ja, eg havi verið góðtrúgvin og bláoygdur.

Kjell Samuelsen er opin og erligur um marerittið hann hevur rótað seg inn í.

Tann 70 ára gamli maðurin úr Kopervik á Karmøy í Rogalandi hevði í fleiri ár arbeitt við væl løntum skips- og offshoreprosjektum runt um í heiminum.

Á vári 2012 hendi nakað á Gardermoen sum skuldi broyta lív hansara fullkomiliga.

Samuelsen hevði savnað sær eitt sindur at leggja á kistubotnin, og um hetta mundið tjenti hann pengar upp á eitt arbeiði í Korea.

Nakað av pengunum fór hann at brúka til ellisárini.

Kjell Samuelsen sat og bíðaði eftir flogfarinum.

Ein maður ringdi og segði seg vera David Richards.

Hann upplýsti at hann var Senior Vice president í einum íløgufelag sum nevndist Crossbridge Partners í Hongkong.

Richards hevði eitt tilboð sum Kjell Samuelsen illa fekk sagt nei til.

Úrslitið av hesi fyrstu telefonsamrøðuni gjørdist so at Samuelsen, gjøgnum eina konto í Crossbridge, gjørdi eina íløgu á eitt sindur meira enn 5000 dollarar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo