Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LGBT Føroyar: Vegna almennu koronatilmælini um, at vit ikki skulu savnast í stórum mannamúgvum, verður eingin Faroe Pride skrúðgonga í ár.

Fólk í túsundatali plaga árliga at fylla havnargøtur 27. juli og á tann hátt vísa sín stuðul til javnrættindi og fjølbroytni í Føroyum. Í ár fer tað ikki at bera til á sama hátt sum undanfarin ár, men tað fer framvegis at bera til at vísa sín røttu litir og stuðul til rørsluna heima við hús og á sosialu miðlunum.

Skipað verður í ár fyri eini Facebook kapping 26. og 27. juli, har man kan deila sínar myndir frá undanfarnum Pride skrúðgongum ella deila myndir, sum vísa hvussu man í ár sjálvur hátíðarheldur Faroe Pride heima við hús. Allar myndir eru við í lutakastinum um eitt gávukort á 3.000 kr. frá SMS.

Eisini ber til at vísa sín stuðul á Facebook við leggja Faroe Pride ælabogarammuna afturat síni vangamynd. Ramman er tøk her: www.facebook.com/profilepicframes/?selected_overlay_id=650683645790901

Faroe Islands International Minority Film Festival er eisini á skránni frá 24. til 27. juli í Perluni. Fleiri lgbt+ relevantir filmar eru á skránni í ár. Eitt nú “And Then We Danced” og “The Cockettes”. Leygardagin 25. juli, kl. 14.00 verður dokumentarfilmurin “Real Boy”, ið viðger tvørkyndleika, sýndur. Aftaná sýningina verður samrøða við Ritvu Samuelsen og Súnfríð Jacobsen, ið báðar hava døtrar, sum eru tvørkyndar. M.a. fara tær at greiða frá, hvussu tær lærdu at viðurkenna nýggju tilveruna, tá teirra børn skiftu kyn.

At enda skipar Sirkus fyri Pride konsert við Joe & The Shitboys 27. juli, kl. 21.00 inni í Sirkus. Avmarka atgongd.

Tann siðbunda Faroe Pride verður tó sterkt og litfagurt aftur á skránni 27. juli 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo