Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tillagingarnar í ólavsøkuskránni eru allar gjørdar fyri at minka um smittuvandan. Tað eru tó fleiri ting, vit kunnu gera fyri at minka um smittuvandan á ólavsøku.

Niðanfyri gevur Pál Weihe, ið er yvirlækni og partur av Koronuráðgevingini, 8 góð ráð um, hvussu vit best møguligt verja okkum sjálv og onnur á tjóðarhátíð okkara.

Hví skulu vit ansa væl eftir?
Smittan er framvegis í samfelagnum, men støðan í Føroyum er tó nógv betur nú enn á seinastu ólavsøku, tí tey sum hava tikið ímóti koppingini eru nú væl vard móti ringari sjúku.

Støðan er tó óbroytt fyri tey, sum ikki hava latið seg koppseta. Verða tey smittað, kann sjúkan gerast svár og taka teimum fast. Eisini kunnu tey av óvart bera sjúkuna víðari til onnur, ið illa tola hana, til dømis tey umleið 10 % av okkara gomlu, sum ikki eru koppsett enn. Fyri tey gomlu, sum verða smittað, er tað álvarsamt.

Av tí at smittutalið framvegis er høgt í Føroyum hava vit allar góðar grundir til at vera varin, har nógv fólk koma saman. Niðanfyri eru átta ráð, serliga til teirra sum enn ikki hava tikið av koppsetingini.

Soleiðis ansa vit okkum fyri koronu:

1. Savnist í minni bólkum og ansið eftir mannamúgvum
Skipa fyri samkomum, veitslum og vertskapi í minni bólkum – heima í tykkara grannalagi ella heima hjá tykkum privat. Far bert treyður inn í mannamúgvur inni, til dømis í dansistøðum ella á skeinkistøðum. Og far ikki í stórar mannamúgvur úti, har fólk standa tætt, til dømis útikonsertir.

2. Fylg setanini í miðlunum heldur enn at fara har sjálv
Fylg heldur við í sjónvarpi ella á netinum, tá ólavsøkan verður sett. Um tú allíkavæl fert á Vaglið sjálv, so minst til at halda góða frástøðu.

3. Vitja tey, sum virða tilmælini
Vitja átøk, framsýningar og konsertir, har vertirnir virða mest loyvda tal av fólki, sum kunnu vera saman í senn, og har tað ber til at halda frástøðu.

4. Heilsa kenningum við frástøðu
Gakk oman og niðan eftir Áarvegnum og heilsa kenningum við frástøðu.

5. Statt ikki ov nær til tiltøk
Hygg at kappróðri og ítróttarkappingum, men minst til ikki at standa ov nær, serliga ikki nær at teimum, sum rópa.

6. Ver heldur úti enn inni
Um tað viðrar, ver so heldur úti enn inni.

7. Tak ikki í hond
Finn ein annan máta at heilsa vinum og kenningum á ólavsøku enn at taka í hondina, sum vanligur siður annars er. Um ikki við alboganum, so við einum høviskum nikki.

8. Ver bara á barr við frástøðu
Ein barr sum er væl skipað, har fólk sita við hóskandi frástøðu er ikki ein trupulleiki. Fer tað at regna, soleiðis at fólk streyma inn á skeinkingarstaðið, kann tað kortini vera vandi fyri smittu.

Tað kann eisini vera trupult at fylgja tilmælunum um frástøðu, tá fólk hava fingið upp í høvdið. Um vit sum áður nevnt kunnu halda ólavsøkuna úti, so er tað best sæð úr einum smittusjónarhorni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo