Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú jólatrøini í Havnini um dagarnar eru og verða tikin niður, so verða tey flestu borin niðan í Verkhúsið Virkni í Berjabrekku. Soleiðis hevur verið gjørt seinastu átta árini.

Nógv arbeiði verður gjørt til borgarar, sum dáma væl at vera úti og arbeiða hesa tíðina. Líka fram til summarfrítíðina eru tey uttanfyri og klippa greinar, sortera og taka frá. Síðan leiga tey eina flismaskinu at gera greinarnar til flis, sum tey so koyra í sekkir og selja til fólk at leggja í garðin heima hjá sær sjálvum.

Teir størru bularnir, sum ikki passa í maskinuna, verða nýttir til jóladekoratiónir, jólaálvar, kavamenn og jólaprýði annars. Eisini verða grannkollir, sum eru á trøunum, nýtt til jólaprýði.

Annars fær Sløkkiliðið nøkur fá trø, sum eru turkaði, at seta eld á – bara fyri at vísa, hvussu skjótt eitt jólatræ brennur. Ætlanin er, at teir skulu gera eina filmsupptøku av hesum, at vísa fólki.

Í ár hevur onkur barnagarður eisini biðið um nøkur trø.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo