Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

mynd: Andrei Vladut Antal

mynd: Andrei Vladut Antal

Tað hoyrist av og á, at veðrið í Vestmanna er betri enn so nógva aðrastaðni í Føroyum, men at tað er so nógv sól at hon beinleiðis festir í, tað man ikki vera hent oftani.

Men sambært vakthavandi hjá politinum, so er hetta besta boðið uppá, hví tað um trý tíðina seinnapartin varð boðað frá eldi í grótbrotinum í Vestmanna.

Eldur var komin í nakrar gamlar nótir ið, sum skilst, hava ligið í grótbrotinum í fleiri ár.

- Sólin hevur bakað niður í allan dag og tað hevur verið nógvur hiti. Hon kann hava skinið á okkurt glas og soleiðis er hitin blivin enn meira, sigur vakthavandi, sum eisini sigur, at politiið ikki heldur, at eldurin er ásettur.

- So er so lítil annar møguleiki enn, at hann er kyknaður av sær sjálvum. Vit hava havt brandteknikara á staðnum, og hava eisini avhoyrt fleiri fólk. Har hevur verið fólk í allan dag, og um onkur skuldi havt vilja stuttleika sær við at fest í, so hevði onkur havt sæð tað, sigur vakthavandi.

Tað tók sløkkiliðnum í bygdini ikki langa tíð at sløkkja, og burtursæð frá sjálvari nótini fekk onki annað skaða av eldinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo