Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

1957.

Hetta var árið, tá feløg í Evropa á fyrsta sinni kappaðust um at vinna European Cup - ella Champions League, sum tað hevur itið síðan fyrst í 1990-unum.

2019.

Hetta var árið, tá ið eitt evropeiskt felag á fyrsta sinni megnaði at koma víðari eftir at hava tapt 2-0 á heimavølli í fyrsta dystinum í "knock out" partinum av Champions League.

Manchester United.

Við 9 skaðum og einum leikbanni var tað eingin, sum roknaði við  - heldur ikki, tá havt verður í huga, at hvørki Neymar ella Edinson Cavani vóru við í kvøld frá byrjan -, at United fóru at koma víðari eftir at hava tapt 2-0 á heimavølli í fyrsta dystinum fyri trimum vikum síðan.

106 lið hava síðan 1957 tapt 2-0 á heimavølli í fyrsta dystinum í "knock out" partinum av European Cup/Champions Leauge. Einki av teimum hevur leikt seg víðari til næsta umfar.

United var tað 107. felagið síðan 1957, sum hevur tapt 2-0 á heimavølli í fyrsta dystinum í "knock out" partinum av Champions League.

Men í mun til hini 106 liðini, so megnaði Manchester United at gera tað, sum varð hildið at vera ómøguligt.

United er nú í 1/4 finaluni í Champions League fyri fyrstu ferð síðan 2014, og var tað ikki vist áðrenn dystin í kvøld, man tað nú vera vist, at Ole Gunnar Solskjær fer at fáa starvið sum Manchester United venjari.

Jose Mourinho vann tvey steyp í United og hevur fingið tað besta United-úrslitið í Premier League, síðan Sir Alex Ferguson gavst í 2013, men eingin maður hevur nomið við United hjørtu kring allan knøttin, sum Ole Gunnar Solskjær hevur gjørt tað, síðan hann tók fyribils við starvinum sum United venjari í desember í fjør.

Man of the Match í kvøld: Romelu Lukaku! Marcus Rashford fær 2. plássið fyri hansara framúr trygga brotsspark í 94. minutti.

PSG-United 1-3 (1-2)
0-1: Romelu Lukaku 2
1-1: Juan Bernat 12
1-2: Romelu Lukaku 30
1-3: Marcus Rashford 94

Liðini, sum higartil hava leikt seg í 1/4 finaluna í Champions League:
FC Porto
Manchester United
Ajax Amsterdam
Tottenham Hotspur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo