Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Sonna Óla Djurhuus í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin frá 15. januar 2016 at rokna.

Sonni Óli Djurhuus er 41 ár,  tók læraraprógv í 2003 og bachelor útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu við høvuðsdenti á samstarvi millum professiónir í 2013. Eisini hevur hann útbúgving sum UEFA-A lisens venjari í fótbólti.

Eftir lokna útbúgving hevur Sonni Óli Djurhuus fyrstu árini starvast sum lærari í Sankta Frans skúla, var tvey ár í Danmark, har hann arbeiddi í einum spesialskúla og vanligum skúla. Hann kom heim til Føroya í 2006 og byrjaði í Norðskála-Oyrar Skúla, har hann umframt at vera lærari eitt tíðarskeið eisini var fyrstilærari í tvey ár. Eisini hevur hann undirvíst í Skúlanum við Ósánna eitt tíðarskeið.

Sonni Óli Djurhuus hevur tey síðstu 2½ árini verið leiðari á Rásini í Runavík, ið er ein samdøgurstovnur / -skúli  fyri ung við menningartarni.

Hann hevur verið aktivur innan ítrótt í mong ár og hevur m.a. verið landsliðsvenjari hjá ÍSB í 13 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo