Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- SÍ hevur á serligan hátt gjørt kommunu okkara kenda seinastu árini. Tað megnar avrik, leikarar og leiðarar gera, hevur stóra ávirkan á trivnaðin í bygdini.

Tað skrivar borgarstjórin í Kunningarskrivinum í 2005, og tað er neyvan nakar sørvingur sum ikki av fullum hálsi og hjarta fær tikið undir við hesum orðunum.

Men hvat hevur so Sørvágs kommuna gjørt, síðan hesi mergjaðu og beinraknu orð vóru fest á blað í 2005, tá ið hugsað verður um at skaffa SÍ betri karmar at virka undir.

VP hevur kagað eitt sindur í øll kunningarskrivini frá 2005, og hugt eftir, hvat hevur verið skrivað - og ikki skrivað - um SÍ og flogbóltin síðani tá.

Her er eitt brot:

Kunningarskriv 2005: SÍ hevur á serligan hátt gjørt kommunu okkara kenda seinastu árini. Tað megnar avrik, leikarar og leiðarar gera, hevur stóra ávirkan á trivnaðin í bygdini. Stórar avbjóðingar standa fyri framman, og vit bíða spent til næsta bríksl!

Kunningarskriv 2006: Komandi ár verða stór átøk gjørd fyri at útvega byggilendi til fleiri sethús í Sørvági. Hesar ætlanir fara væntandi at nøkta tørvin á byggiøki næstu árini. (Eingin høll nevnd)

Kunningarskriv 2007: Flogbóltsfelagið SÍ við kvinnum og monnum, gentum og dreingjum, hevur enn einaferð verið stoltleikin í kommunu okkara. Tað er ein frægd at hoyra um tykkum. (Eingin høll nevnd)

Kunningarskriv 2008: Árið 2008 er serliga merkt av íløgum í byggibúning av sethúsaøkjum, byggibúning av vinnuøkinum við flogvøllin, vetrarfriðing, vatnleiðingini umframt vegagerð. (Eingin høll nevnd)

Kunningarskriv 2009
: Bygdaráðið hevur samtykt at gera íløgur fyri 9.940.000 kr í komandi ári. (Eingin høll nevnd)

Kunningarskriv 2010: Áhaldandi tosið um at leggja kommunur saman, hevur gjørt meira skaða enn gagn. (Eingin høll nevnd)

Kunningarskriv 2011: Eingin høll nevnd

Kunningarskriv 2012: Aftur í ár fer skúlin við størsta partinum av íløgunum. (Eingin høll nevnd)

Kunningarskriv 2013
: Tað, sum liggur í kortinum viðvíkjandi SÍ er, at felagið burturav fer at taka sær av flógbóltinum. SÍ gjørdi hol í sjógvin í Mjølnirkappingini fyri yngru liðini nú um dagarnar:

Bronsa til gentur og dreingir 12
Gull til gentur og dreingir 14
Gull til dreingir 16, og bronsa til gentur 16
Gull til mansunglingar

(Eingin høll nevnd)

Kunningarskriv 2014
: SÍ-flogbóltur var við í 6 av 8 FM-finalum og 4 av 8 steypafinalum í 2014. Óvant vanligari gongd var hvørki kvinnu- ella mansliðið við í kappingini um ovastu rók. Barna- og ungdómsdeildirnar eru berandi kreftirnar, skrivar SÍ í kunningarskrivinum og takkar eldsálunum. (Eingin høll nevnd)

Kunningarskriv 2015: SÍ var væl umboðað í steypafinalunum fyrr í ár, har vit vóru við í heili 6 av 8 finalum. Eisini í FM finaluumfarinum stóð ungdómurin hjá SÍ seg væl. Vit vóru við í 5 av 6 finalum - har D12 endaðu við at gerast føroyameistarar.

Okkara framtíð liggur í ungdóminum, og úrslitini hesi seinastu árini boða frá góðum. MEN dreymurin hjá felagnum er, og hevur altíð verið, at vit kunnu bjóða okkara leikarum teir bestu karmarnar innan fyri flogbóltin. Sum nú er, eru alt ov fáir venjingartímar, og umstøðurnar eru ikki tær bestu!

Tí hevði tað verið sera ynskiligt við einari størri høll, bæði soleiðis, at vit kunnu fáa meir venjingar, og at venjingin kann verða meira skipa og løgd til hvønn einstaka leikara, samstundis, sum tað er pláss fyri at fáa fleiri av okkara trúgvu áskoðarum til okkara heimadystir, skrivar SÍ í kunningarskrivinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo