Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Starvsmannafelagið: Upprunaliga vóru føroyskir sosialráðgevarar limir í danska felagnum fyri sosialráðgevarar. Avtaluviðurskiftini við føroyskar myndugleikar vóru tó øðrvísi enn í Danmark og tí varð avgjørt at stovna egið føroyskt felag.

Hettar felag hevði stovnandi aðalfund 10. juni 1976 og fyrsta forkvinna felagsins var Marjun Sigurðsdóttir.

1. januar í 1977 vóru sjey limir í Sosialráðgevarafelag Føroya. Í dag eru tey 55. Tey arbeiða fyrst og fremst hjá ymiskum almennum myndugleikum, men sosialráðgevarar eru eisini í privatum yrki.

Í dag er felagið skipað sum áhugafelag undir Starvsmannafelagnum, sum hevur samráðingarrættin og ger sáttmála fyri føroysku sosialráðgevararnar.

Avbjóðingarnar
Málsetningur felagsins er at skapa karmar fyri samskifti millum limirnar, styrkja fakliga samleikan hjá sosialráðgevarum, ávirka samfelagsgongdina út frá sjónarhorninum hjá sosialráðgevanum og at vera við í samfelagskjaki um sosialan ójavna.

- Okkara størsta avbjóðing í dag er helst, at vit ikki eru nóg sjónlig í samfelagnum og í samfelagskjakinum, hóast vit sum sosialráðgevar hava stóra vitan á sosiala økinum. Eitt nú um fátækramarkið, integratión av útlendingum og onnur evni, sum hava verið nógv umrødd seinastu árini, sigur Jacoba Juulsdóttir Jacobsen, forkvinna felagsins.

Ein onnur avbjóðing er, at fleiri sosialráðgevarastørv í heilsuverkinum eru niðurløgd. Og nú eru øki, sum ongan sosialráðgeva hava í starvi longur. Hettar hevur stórar avleiðingar fyri sjúklingarnar, tá ræður um sosialar veitingar, bústað og sosiala ráðgeving, sigur forkvinnan.

Limatiltak í dag
40 ára stovningardagurin verður hildin við einum limatiltaki seinnapartin í dag.

Lene Rauff Nielsen, sum hevur stavast sum sosialráðgevi í Almannaverkinum seinastu góðu 30 árini fer at greiða frá sínum arbeiðsroyndum.

Regin Berg, stjørnmálafrøðingur, fer at hava fyrilestur um New Public Management, sum er ein frymil, sum almennu fyrisitingini á okkara leiðum hava arbeitt eftir í nýggjari tíð.

Til endans fer Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, at hava eina framløgu um sosialpolitikk.

Tiltakið endar við veitslu fyri limunum í kvøld.

Starvsmannafelagið ynskir Sosialráðgevarafelag Føroya hjartaliga tillukku við starvsdegnum og góða eydnu í komandi tíðum.

Myndin omanfyri er tikin fyrrapartin, tá tær gjørdu klárt til limatiltakið. Frá vinstru: Birita Jaspursdóttir Joensen, nevndarlimur, Tine Lyager, næstforkvinna í felagnum og Jona Lamain, limur í Sosialráðgevarafelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo