At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Starvsfólk í barnaverndartænastunum eru embætisfólk við myndugleikaábyrgd og hava uppiborið virðing, og tey skulu hava møguleika at gera teirra arbeiðið til fulnar uttan ágang.

Politikarar sáa iva um alment sett
Starvsfelagið átalar eisini, at politikarar á tingsins røðarapalli koma við útsagnum, sum ikki kunnu tulkast øðrvísi enn misálit til starvsfólk í almennari tænastu og harafturat leggja starvsfólk undir ikki at hjálpa og seta nóg mikið av fyribyrgjandi fyriskipanum inn, áðrenn eitt barn verður umsorganaryvirtikið.

Hetta er seinast ført fram av løgtingslimunum úr Miðflokkinum, Bill Justinussen og Stefan Klein Poulsen, í viðmerkingunum til spurningar um barnavernd og umsorganaryvirtøkur til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Starvsfelagið leggur í hesum sambandi dent á, at vit hava fult álit á starvsfólkunum í barnaverndartænastunum og vita, at nógv verður gjørt fyri at fyribyrgja umsorganaryvirtøkur og sum heild at hjálpa familjum, sum hava tørv á stuðli.

Sosialráðgevar taka ikki avgerðirnar
Umsitingin hjá barnaverndartænastuni hevur ikki avgerðarheimild, men umsitur avgerðir, sum eru tiknar av barnaverndarnevndini og høvuðsbarnaverndarnevndini.

Uppgávan hjá sosialráðgevum í barnaverndartænastuni er at gera sosialfakligar kanningar av viðurskiftunum hjá børnum, millum annað teirra trivnað og menning. Endamálið við kanningunum er at gera eina meting av møguligum stuðulstørvi og at gera tilmæli og ætlanir, sum verða løgd fyri á fundi í barnaverndarnevndini.

Arbeitt verður í størstan mun við at seta fyribyrgjandi fyriskipanir inn í heimið í samstarvi við foreldramyndugleikan. Um so er, at støðan ikki batnar, og tá fyribyrgjandi fyriskipanirnar ikki verða mettar at skapa eitt nøktandi úrslit og mett verður, at trivnaðurin og menningin hjá einum barnið er í vanda, kunnu sosialráðgevar í barnaverndartænastuna leggja tilmæli fyri barnaverndarnevnda um, at málið skal leggjast fyri Høvuðsbarnaverndarnevndini um, at barnið skal umsorganaryvirtakast sambært § 19 í Barnaverndarlógini, ella um talan er um eina bráðfeingisstøðu, eftir § 17.

Tey, sum eru ósamd við avgerðirnar at umsorganaryvirtaka børn, hava altíð møguleika at kæra avgerðir til Føroya rætt. Tí meinar Starvsfelagið, at tað er ósømiligt í Løgtinginum at leggja starvsfólk undir at misrøkja sítt starv, so sum tingmenninir báðir úr Miðflokkinum róðu framundir.

Heldur enn at hava so stórt fokus á, hvussu nógv børn verða umsorganaryvirtikin ella ikki, eiga vit at spyrja, hvussu vit sum samfelag og tað politiska valdið kunnu veita enn meira hjálp og stuðul til tær familjur, ið hava tørv á tí, óansæð hvussu nógvar ella fáar familjurnar eru.

Starvsfelagið heitir tí á landsins politikarar og almenningin at vísa starvsfólkunum í barnaverndartænastunum virðing og álit og geva teimum møguleikan at gera arbeiðið sítt til lítar uttan ágang.

Vit fegnast um, at landstýriskvinnan í svari til Bill Justinussen og Stefan Klein Poulsen vísir á, at hon hevur álit á, at kommunurnar, sum umsita økið, veita børnunum ta hjálp og umsorgan, ið tey hava tørv á og rætt til. Gleðiligt hevði verið, um almenningurin og politikarar fylgdu hesum stevi.

Katarina Petersen, forkvinna í Sosialráðgevarafelagnum
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo