Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fólkakirkjan/Orð: Snorri Brend: - Kirkjan hevur tann besta boðskapin á jørð at bera heiminum. Avbjóðing okkara er at fáa menniskju í talu, sigur Derhard Jógvansson, prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Sunnudagin kl. 11 skal hann enn einaferð á prædikustólin í Vesturkirkjuni at prædika yvir dagsins tekst til 2. sunnudag í føstu.

Ynskið hjá einumhvørjum presti er sjálvandi, at fólk skulu koma til gudstænastuna at hoyra Guds orð boðað, soleiðis at tað kann skapa eitt forvitni. Men tann stóri spurningurin og tann stóra avbjóðingin er altíð, hvussu ein skal bjóða fólki í kirkju, og hvussu fær ein fatur á fólki?

Júst hetta hevur eisini verið ein spurningur sum Derhard hevur ynskt at gera nakað við og geva sítt boð uppá.

Hann er fult vitandi um, at fólk gera nógv brúk av teimum sosialu miðlunum, til dømis Facebook. Hesa vitanina hevur hann tí valt at gera nakað við, snøgt sagt við at brúka henda miðilin at røkka fólki – og kanska eisini nýggjum fólki.

- Sjálvur síggi eg tað sum eitt sera gott høvi at fáa boðskapin út á sosialu miðlarnar, sigur Derhard Jógvansson.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo