Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Jógvan Páll Lassen fer ikki fram við mýkindum, tá hann ger sína niðurstøðu um arbeiðsháttin hjá Sosialinum í málinum um Bjarna Hammer.

Advokaturin skrivar millum annað soleiðis:

"Eftir stendur, at løgreglan hevur staðfest, at Bjarni Hammer ikki hevur útvegað ella umgingist hassj, hóast keldan og Sosialurin í einum tíðarskeiði frá 15/12-2017 – 27/1-2018 heilar 56 ferðir umvegis sms og við telefonsamrøðum 15. og 22. desember royndi at leggja fellu fyri hann."

Víðari skrivar Jógvan Páll Lassen um gongdina í málinum:

“Tað sum síðani hendir er, at Sosialurin fer inn í málið og blívur partur á tann hátt, at Sosialurin fyriskipar bandupptøkur – ein hoyrir týðiliga, at Sosialurin teskar aftanfyri – hvat spyrjast skal um. Sosialurin setir seg síðani í samband við løgregluna við hesi fyrstu bandupptøku frá 15. desember 2017 og fær har greitt at vita, at tað er revsivert, tað sum tey eru í gongd við – brot á revsilógina § 23. Men hóast hetta, so boðar Sosialurin frá, at “De (Sosialurin?) ville lave et “set up” mod Bjarni Hammer“. Eingin í morgunballinum í 2014, sum avhoyrd eru í málinum, kunnu vátta søguna, sum “keldan” nevnir um hassj. Vert er eisini at leggja til merkis, at Barbara Holm er við kelduni, tá ið løgreglan avhoyrir kelduna.”

Ein má veruliga spyrja seg sjálvan, hvat ólukkan hetta er fyri ein arbeiðsháttur hjá einum fjølmiðli?

At hava gjørt heili 56 royndir at leggja fellu fyri ein politikara og politist fyri at tryggja sær at fáa eina góða søgu í blaðnum?

Puha, Sosialurin, tit eru nú harúti, sum eingin grynnir.

Viðgangið bara blankt tykkara setup og gevið Bjarna Hammer eina treytaleysa umbering fyri tykkara forfylging av honum!

Lesarabrævið hjá Jógvan Páll Lassen, advokati, kann lesast her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo