Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í 2021 hevur B&U økið (Barna & Ungdómsøkið) saman við dagstovnaleiðarum sett “Spæl við” á breddan. Ymisk tiltøk hava verið gjøgnum alt árið, og eindirnar B-A-R-N hava arbeitt og evnað innsløg til allar stovnar at brúka.

Tiltøkini fevna um spennandi spælirannsóknir, har børn og starvsfólk kunnu fordjúpa seg. Hesi tiltøk røkka langt inní framtíðina og kunnu “útbyggjast” ella verða brúkt sum íblástur á stovnunum.

Í dag er so “Spæl við-ráðstevnan” á skránni, har gransking og vitan verður miðlað. Og salurin uppi á Hotel Føroyum er fullur við væluppløgdum starvsfólkum, ið aktivt lurta og inntaka vitan.

“Spæli við” átakið er beinleiðis sprottið úr B&U politikkinum hjá Tórshavnar Kommunu, sum virðismetir spælið sum eitt gott og neyðugt ískoyti til samfelagið, ið tryggjar, at vit á bestan hátt búgva børnini og tey ungu til avbjóðingar í framtíðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo