Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tórshavnar kommunu hevur tey seinastu árni havt eina skipan, har eigarafeløg og grannaløg kunnu søkja sum stuðul til spælipláss.

Hetta er ein skipan, sum hevur riggað øgiliga væl.

Tó má ásannast, at har eldri eigarafeløg og grannaløg eru skift út við yngri barnafamiljur, hevur tørvurin verið størri at gjørt íløgur í spæliplássini enn tann vanliga upphæddin, sum kommunan letur.

Tí er avgerð tikin um at seta 2 mió. av til hesi nýggju eigarafeløgini og grannaløgini, so tey hava fíggjarligt rásarum at gera tær neyðugu ábøturnar á og nýíløgurnar í spæliplássini.

Fyri at skapa trivnað og hugnað er alneyðugt, at kommunan harumframt ger fleiri almenn spælipláss kring alla kommununa.

Síðst men ikki minst skulu vit tryggja atkomu í breiðastu merking á øllum okkara spæliplássum, so børn í eitt nú koyristóli ella sum eru rørslutarnaði hava trygga og góða atkomu til spæliplássini. 

Tórshavnar kommuna, sum í løtuni hevur størsta barnavøkstur í landinum, ein vøkstur á 14 % í ár tey síðastu 4 árini, skal vera ein barnavinarlig kommuna í breiðastu merking.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo