Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Barna-og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu hevur ásett 2021 at vera spæliár, har stovnar til børn og ung leggja dent á spæl og á tann hátt síggja og merkja týdningin og gleðina, sum spøl geva.

- Vit elska at spæla í Margarinfabrikkini, og vit spæla hvønn dag ymisk spøl. Eitt nú Partners, Uno, Bezzerwizzer, Set, Sequence og mangt annað. Tað er so stuttligt at spæla saman, siga tey á Margarinfabrikkini.

Margarinfabrikkin bjóðar familjum hjá børnum í Margarinfabrikkini til spæl og hugna sunnudagin. Tey bjóða kaffi, te, saft og køku. Foreldur, systkin, ommur og abbar – øll eru vælkomin sunnudagin.

Tiltakið er sunnudagin 21. mars frá kl. 14 til kl. 17 í Margarinfabrikkini, og tey vóna at síggja nógv spæliglað børn og vaksin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo