Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit lesa í 5.Mós.23.12-13: ”Uttan fyri tilhaldið skalt tú hava stað fyri seg sjálvt, hagar tú kanst fara tíni egnu ørindi. Millum amboð tíni skalt tú hava spaka; við honum skalt tú grava hol, táið tú setur teg harúti, og síðani aftur koyra út yvir tað, ið av tær er farið.”

Ein má siga, at hetta er undarligur tekstur og kunning at fáa, og at Harrin sær hetta at vera týdningarmikið hjá okkum, áhugaðu Bíbil-lesarum at fáa innlit í, er mær óskiljandi. Hetta er stutt sagt talan um eitt sokallað wc og har tú ger frá tær.

Men hetta orð kemur inn undir at: Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm...” 2.Tim.3.16.

5.Mós.23.1-3 byrjar við hesum versum: ”EINGIN, ið geldur er – tað veri nú við kroysting ella við skurði – má vera í samkomu HARRANS. Eingin, sum er føddur í hori, má vera í samkomu HARRANS – nei, ikki í tíggjunda liði mugu eftirkomarar hansara vera í samkomu HARRANS. Eingin Ammonitur og eingin Móabitur má vera í samkomu HARRANS – nei, ikki í tíggjunda liði – aldri mugu eftirkomarar teirra vera í samkomu HARRANS...” Her talar HARRIN til Móses og forbjóðar fýra dømum at vera í samkomu HARRANS: geldingar, føddur í hori, Ammonitum og Móabitum. Eg skal ikki koma inná her, hvat loyndardómurin í hesum her. Men tað er heilt klárt givið, at samkoma Harrans er brúður Hansara, og á henni er einki lýti ella nakar samanblandingur við heidningar. Tað hoyrir ikki heima í samkomu hins livandi Guds!

Men so er nakað annað, ið heldur ikki hoyrir heima í samkomu Guds/heri Guds: mannatrekkur! Hetta skuldi beinast uttanfyri tilhaldið. Nú er at siga, at tað skilur ein væl. Eingin kundi lata sín afførning inni í tilhaldinum. Tað vildi verði ein pest og plága, um einar 3milliónir menniskju ornaðu síni ørindir í grannalagnum. Men nú er Bíblian fyrst og fremst ein opinberingsbók og ikki ein heilsufrøðiligbók.

Hetta skuldi burtur úr tilhaldinum, og svarið liggur í v.14: ”Tí HARRIN Gud tín ferðast við mitt í tilhaldi tínum at hjálpa tær og geva fíggindar tínar í hendur tínar; tí má tilhald títt vera heilagt, so Hann sær ikki hjá tær okkurt, sum býður Honum ímóti og ger, at Hann vendir Sær frá tær.” Tí her er talan um, at herurin er í bardaga. Frá V.9-14. Kanst tú lesa um krígsstrategiina og reinføri, sum mátti fylgja við. Vers 9 byrjar soleiðis: Táið tú fert í bardaga móti fíggindum tínum og reisir tjøld tíni, mást tú varða teg fyri øllum, ið ósømuligt er.”

Og tað er júst tað, ið vit eru, í bardaga! Guds sanna samkoma hevur altíð verið í kríggj. Bíblian er frá byrjan til endan ein krígsbók. Sjálvur Gud sigur um seg sjálvan, at Hann er bardaga maður, 2.Mós.15.3. So í tilhaldið Harrans, heri Harrans skal ikki vera skittur.

Tað er nógvur skittur, sum kemur út aðrar vegir enn gjøgnum tann náttúrliga vegin. Jesus sigur, at tað, ið fer inn í magan, fer út náttúrligt. Tað ger ikki menniskja óreint.

Men í hjarta og so út gjøgnum munnin, ger menniskja óreint. Og her kemur amboðið inní myndina: spakin. Tað er alt ov sjálvdan, fyri ikki at siga ongantíð, at eg hoyri ljóðið frá spakanum í forkynnilsinum.

Eg havi sjálvur sett mær fyri í míni tænastu fyri Harran Jesus, kallið, ið eg fekk sum 18 ára gamal, at spakin, amboðið, skal vera í mínum forkynnilsi. Skriftin sigur: ”um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni(No yvirseting sigur:Ta vare på tjenesten)”Róm.12.7.

Eg vil taka tænastuna og tyngdina, ið á mær liggur og nýta spakan. Eg meini ikki við, at hvørt møtið, ið eg havi og hvør tala skal vera at tala um alt tað negativa og alt sum er skittur í okkara tíð. Men eg undrið meg á, at forkynnilsi kann vara ein heilan tíma, eisini millum Nardus forkynnarar, uttan at man markerar, hvat sum er innanfyri, og hvat sum er uttanfyri.

At man kann tala eina talu, sum kundi verið hildin og accepterað í øllum øðrum kirkjum og samkomum, bæði her heima og í Noreg, uttan at tey fingu ilt av tí ella blivu irreteraði. Tað er yvir mína skiljan! Slíkt er mítt forkynnilsi íhvørtfall ikki, eg markeri meg hvørja fer.

Sigið ting og leggi út skriftina, so at bæði prestur og pinsakarismatikarar fáa ilt fyri brósti! Eg eri eftirhondini til stóra irretasjón fyri tann religiøsa heimin!

Og orð Paulusar til Timoteus fær mínar tankar til Eskedal, har Paulus sigur: Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað; og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnna á Kristus Jesus.” 2.Tim.3.14. Jú, eg eri stoltur yvir mín lærumeistara!

Eg ynski at vera ein bardaga maður Harrans, og tí MÁ eg nýta spakan. Paulus sigur: ”Vei mær, um eg kunngeri ikki evangeliið!” 1.Kor.9.16. Tað liggur eitt ”Vei mær” um eg ikki nýti spakan!

Tað liggur eitt stórt skarn, sum eitur tríeinigheitin. Tí má holið gravast STÓRT og DJÚPT. Og fyri at fáa eitt stórt hol og djúpt hol, so gerst tað ikki gjøgnum eitt møti og eina prædiku, men má endurtakast og endurtakast, grava og grava. Tað kostar sveitta og úthaldni. Hetta tríeinigheitsskarn stinkar, totalt andstyggiligt, ótespiligt.

Skriftin sigur: so Hann sær ikki hjá tær okkurt, sum býður Honum ímóti og ger, at Hann vendir Sær frá tær.”... Táið tú fert í bardaga móti fíggindum tínum og reisir tjøld tíni, mást tú varða teg fyri øllum, ið ósømuligt er.” Tað er eitt at gera, taka andans spaka og grava skittin, tríeinigheitslæruna, sum er blivin ein partur av lívinum hjá menniskjum og føra tað út úr tilhaldinum.

Tað er grovasta skarnið, ið er serverað fyri ásjón Harrans og hevur tað villleitt millónavís av menniskjum frá sannleikanum um EIN Gud.

Ein skittur er tann illaluktandi vitnisburðurin, ið tú ber móti tínum næsta; baktalilsi, háð og spott. Baktalilsi og negativ orð móti teimum, ið ganga undan í krígnum og eru plógjarntýpir. Tak tín spaka, tað amboð, ið tú hevur fingið, set í gongd at grava. Síðani skalt tú hosta upp, spýt út allan skitt í holið og grava yvir aftur fyri síðani ongantíð at leita skittin fram aftur. Ger teg lidnan við slíkt!

Øll ósømulig tala, skitnar og fúlar vitsir og annað av sama slag. Tak tín spaka, set í gongd at grava, ger teg lidnan við alt slíkt og grava yvir aftur og kom so í tilhaldið og vinn sigur fyri Harran. Ikki lat orð Jákups ráma teg, at ”úr sama munni ganga út signing og bann! Brøður mínir, hetta eigur ikki so at vera! Gevur keldan úr sama uppspringi søtt vatn og beiskt vatn!”

Allar skitnar tankar frá fortíð sum tú ber uppá. Ring upplivilsir frá barna og ungdómsárum, illaluktandi psykiskar líðingar, trauma. Fá náði í hesi stund at taka Guds amboð, far í bønarspakan og grava eitt stórt og djúpt hol og kasta tað frá tær í Jesu navn og grava tað burt. Kom í tilhaldið og vitna um Jesu stóra sigur fyri teg á fíggindunum!

Dópurin í trimum titlum, til æru fyri tríeinigheitstrølli, angar ikki væl fyri ásjón Harrans. Tú ber ikki Guds navn, sum er Jesus á tínum likamið. Tak orðsins spaka frá øllum givnu skriftstøðunum í Bíbliuni, sum er í Jesu Navni, grava eitt djúpt hol, fyll tað við vatni og grava gamla illaluktandi syndalikamið í Jesu Kristi navni. Grava gamla Ádam, ger teg lidnan við hendan illaluktandi mann, og rís upp aftur til eitt nýtt lív, samanvaksin við Honum. Tað angar, halleluja! Vitna um hendan stóra sigur!

Hvussu angar títt ektaskap? Kanska tú og tín maki skuldu saman tikið spakan. Ikki sig við mannin ella tú við konuna: ”grava tú títt skarn.” Men sig: ”latið okkum grava eitt hol saman og fylla tað við tí, ið vit hava sagt og gjørt, sum hevur viðført eina illaluktandi atmosferu, kasta tað í har, og so grava yvir tað.” Tit fáa sigur frá Harranum og dýrd Harrans hvílir yvir tykkum!

Skriftin tosar her um at Harrin skal geva fíggindar tínar í hendur tínar. Tak spakan, reinsa út og tú fer at kenna Guds náði og kraft yvir títt lív og vinna sigur yvir fíggindum!

Til seinast vil eg minna teg á: ikki lasta einum fyri at nýta spakan í forkynnilsinum. Hann indikerar bara, at hann er í bardaga. Hugsa heldur um tann, ið ikki nýtir spakan: hann er ikki bardagamaður Harrans!

Hvar er tín spaki?

Hallur Sørensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo