Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

CP Føroyar: Spastikarafelagið broytir nú navn og samleika til CP Føroyar. Hetta er viðtikið á nevndarfundi 2. desember 2020.

CP í stuttum
CP er ein stytting fyri Cerebrala Paresu, og varð hetta ofta fyrr kallað spastiskt lamni og vórðu tey við CP kallað spastikarar. Cerebral merkir heili og Paresa merkir lamni.

Cerebral Paresa er ein diagnosa, ið fevnir um ymisk menningar- og rørslutarn, sum standast av heilaskaða tíðliga í lívinum. Tær kropsligu fylgjurnar av heilaskaðanum eru ofta sjónligar, men heilaskaðin kann eisini geva aðrar týðandi kognitivar avbjóðingar sum t.d. trupulleikar við læru, hugsavnan og máli.

Cerebral Paresa rakar ein breiðan skara av persónum, við ymiskum stigum av breki – bæði rørsluligum, kognitivum og kensluligum.

Millum 110 – 130 børn diagnostiserast hvørt ár við CP í Danmark. Hagtøl fyri føroysk børn eru ikki tøk.

Grundgeving fyri navnbroyting
Endamálið við navnabroytingini er at sjónliggera brekið, ið aloftast liggur aftanfyri spastisitetin: nemliga Cerebrala Paresu. “CP” verður brúkt av feløgum í øðrum londum, m.a. okkara samstarvsfelagum í Norðanlondum. Tað at brúka CP gevur bæði eitt meir altjóða navn og eitt, sum vísindaliga er meira nágreiniligt.

CP – Cerebral Paresa – er sum eitt vísundaligt heiti av tí sama neutralt og ópolitskt. Tað metur nevndin, ger at nýggja heitið er inklusivt. Við at hava “Føroyar” tilknýtt navninum hjá felagnum, metir nevndin eisini styrkir samleikan.

CP Føroyar
CP Føroyar er heitið á áhugafelagnum (fyrrverandi “Spastiskarafelagið”) fyri føroyingar við diagnosuni cerebral paresa (CP) ella líknandi lamni og onnur áhugað.

CP Føroyar ynskir at vera upplýsandi og stuðlandi viðvíkjandi CP, bæði fyri einstaklingin við CP, teirra familju og fakfólkini kring tey. Umframt hetta, ynskir felagið at hava ein aktivan og jaligan leiklut í almenna kunnleikanum um og fatanini av CP í Føroyum.

Í nevndini fyri CP Føroyar sita Katrin Jacobæus (forkvinna), Malan K. Zachariassen, Súsanna á Váli, Guðri O. Larsen, Poula Reinert Olsen og Elna Dam Dahl-Olsen.

Um koronastøðan loyvir tí, ynskir nevndin at bjóða øllum limum felagsins til móttøku í Megd húsinum tann 11. juni kl. 16:00, tá felagið alment skiftir navn og samleika. Á skrá vera talur og tónleikur, nýggja heimasíðan víst fram, og drekkamunnur verður at fáa aftur við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo