Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tórshavnar kommuna: Samkoman í auluni í Finsen, tá ið bókin Standmyndveiða varð útgivin, var bæði hugnalig og eitt sindur “skeiv”. Børn, starvsfólk á stovnum, leiðarar og umsiting gjørdu løtuna góða. 

Serliga børnini úr Niðristovu í Býlingshúsinum á Norðasta Horni, gjørdu løtuna serstaka og rørandi, tí  tey sungu siðbundnar barnasangir og vaksnamannasangir úr barnahædd við ljósum sakleysum røddum. So fitt og fangandi! Øll tímdu at lurta eftir “Dukka mín er blá”, men “Eg tími ikki at vera vaksin” hjá Safir og “Ketsjup í eitt hjørn” hjá Pipari og Salti fingu onkran at narra eyguni, onkur flenti og uppaftur onnur klappaðu og sungu við, tá ið niðurlagið kom. Tey uppfyltu sanniliga námsfrøðiliga endamálið um at fáa øll við og at geva av tí, tey áttu.

Eitt festligt og sera gott innslag, sum gjørdi tað lættari at lurta eftir øllum tí vaksnamannaliga, sum kom aftaná. Randi Kúrberg frá fyritøkuni Beina og Beinta Dalbø, deildarleiðari á B&U bóru fram heilsan.

Í 2021 setti Barna- og ungdómsøkið spæliátak í gongd, samstundis sum námsfrøði og atlit til barna- og ungdómspolitikkin hjá Kommununi varð tikið. Endamálið við temanum var, at økið kundi seta felags fokus á týdningin av dagliga virkseminum og námsfrøðiliga arbeiðinum sum heild. 

Eind B hevur arbeitt og evnað fleiri innsløg og tiltøk til stovnar at brúka. Tiltøkini fevna um spennandi spælirannsóknir, sum børn og starvsfólk kunnu fordjúpa seg í. Hesi tiltøk røkka langt inn í framtíðina og kunnu ”útbyggjast” ella verða brúkt sum íblástur á stovnunum.

Og í gjár var so bóklingurin “Standmyndaveiða” útgivin. Tekstin og myndirnar hevur fyritøkan Beini gjørt í samstarvi við eind B. Standmyndaveiðan, sum fevnir um seks túrar við standmyndum sum knútapunktum, gevur okkum øllum høvi at forvitnast um okkara spennandi dýrgripir í Havnini. Stovnar og øll, ið eru áhugað, kunnu fara á rannsóknarferðir við korti yvir leiðina, ið ein sjálvur velur sær. Harafturat eru góð ráð til fyrireikingar, áðrenn farið verður avstað. Góð ráð og íblástur eru somuleiðis til uppfylgjandi aktivitetir, tá ið túrurin er at enda komin. 

Eind B vil, at bóklingurin skal styrkja námsfrøðiliga arbeiðið, ið longu er úti á stovnunum, og vónin er, at tilfarið áhaldandi kveikir og stimbrar virksemið við børnum og ungum. Faldarin er gjørdur í tráð við Barna- og ungdómspolitikkin hjá Tórshavnar kommunu og brotið úr Dagstovnalógini §2, sum m.a. sigur: “Við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvøri, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt ...”

Faldarin verður eisini teldutøkur á heimasíðuni www.torshavn.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo