Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Kom og fá prógv uppá tín førleika | Tilmeldingarfreist 20. mars 2017

Spennandi controllerútbúgving verður 27.-31. mars 2017. Útbúgvingin er til tín, sum hevur royndir innan fíggjararbeiði og controlling innan privata vinnulívið og/ella tað almenna. Tilmeldingarfreistin er 20. mars 2017.

Tú ynskir at fáa innlit í leiklutin sum Financial Business Partner/Controllari fyri betur at kunna arbeiða saman við fíggjarstýringini og fyritøkuni/stovnin sum heild. Tú ynskir eisini at menna tín førleika og fáa innlit í øll aspekt av nútímans konsern-controlling í einum altjóða umhvørvi. Harumfram ynskir tú at fáa prógv uppá tínir førleikar innan controlling.

Tá tú hevur tikið útbúgvingina, hevur tú veruliga hækkað tín førleika
Tú arbeiðir á einari fíggjar- ella roknskapardeild sum konsulentur, controllari, grannskoðari, ella kanska arbeiðir tú eisini við kundum, tænastu, sølu, brúkaravegleiðing og ráðgeving. Tá tú hevur tikið útbúgvingina, hevur tú veruliga hækkað tín førleika í búskaparfunktiónum. Hetta fer at hava við sær, at tú fert at klára teg enn betur í samanspælinum millum fíggjarstýringina og menningina av fyritøkuni/stovninum. Harafturat fært tú skapað tær eitt netverk, sum tú helst ikki finnur aðrastaðni.

Útbúgvingin er ment soleiðis, at bæði starvsfólk innan tað privata og tað almenna kunnu luttaka.

Útbúgvingin er nýggjasta útgávan av Eksamineret controller
Útbúgvingin er ein víðarimenning av "Eksamineret controller". Hesin dagførdi varianturin av Eksamineret controller, ið vit bjóða út her, verður væntandi eisini bjóðaður út hjá Djøf í vár við sama undirvísara. Undirvísari er John Eli Andersson, ið hevur undirvíst hjá m.a. Djøf í nógv ár.

Útbúgvingin - ið eisini hevur verið boðin út í Grønlandi - er ment soleiðis, at bæði starvsfólk innan tað privata og tað almenna kunnu luttaka.

Ver vælkomin á hesa spennandi controllerútbúgving 27-31. mars 2017. Minst til freistin er 20. mars 2017. www.synergi.fo

Les alt um útbúgvingina og tekna teg HER!  Undirvísarin er sera dugnaligur og undirvísir á ein lættan og humoristiskan hátt, hann fær sera góðar eftirmetingar. Hoyr hann greiða frá útbúgvingini HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo