Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Vesturvón hevur tørv á einum deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og áræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágunum.   

Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.

Um starvið
Starvið fevnir um tvey høvuðsøki:

- Okkara dugnaligu heimasjúkrarøktarfrøðingar og heimahjálpir skulu hava ein deildarleiðara, sum hevur sjúkrarøktarfakliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga ábyrgd, og megnar at samantvinna starvsfelagar og tænastur. 

- Vesturvón skal hava ein dygdarmennara, sum dugir at skapa eitt mennandi og lærandi umhvørvi fyri starvsfólk og lesandi, har tænastur og mannagongdir  støðugt verða mentar og dagførdar.    

Vit vænta okkum
Ein deildarleiðara, sum tryggjar, at fakliga støðið hjá Vesturvón er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini, eitt nú við at menna og skipa tænasturnar vit veita.

Ein deildarleiðara, sum megnar at seta greið og ítøkilig krøv til røktarfakliga støðið, eins og tvørfakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi fyri røktarstarvsfólkini á útiøkinum.

Ein deildarleiðara við áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, sum setir dám á broytingar í framhaldi av nýggja bygnaðinum hjá Vesturvón, og megnar at fremja sjónliga leiðslu.

Førleikakrøv
- Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur eru eitt krav, meðan 3 – 5 ára starvsroyndir innan eldraøkið eru ein fyrimunur.

- Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er eisini ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum.

- Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Deildarleiðarin vísir til stjóran í Vesturvón.

Starvið er full tíð og verður sett skjótast til ber. Starvsstaðurin er á Heiminum á Sýnuni í Miðvági.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Vesturvón,
Kálvalíðvegur 2,
FO-370 Miðvágur

ella til teldupostadressuna: vesturvon@vesturvon.fo 

Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 10. januar 2021 kl. 12.00.
 
Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Vesturvón og starvið, vísa vit til starvs- og persónsprofilin sum er at finna á heimasíðunum www.vesturvon.fo, www.vagar.fo og www.sorvag.fo 

Tað ber eisini til at ringja til stjóran í Vesturvón, Jóngerð M. Nielsen, á telefon 793201

Um Vesturvón
Vesturvón er skipað interkommunalt. Ovasta leiðslan er eitt stýri, sum kommunustýrini í Vága og Sørvágs kommunum velja. Tænasturnar eru skipaðar eftir lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Í løtuni starvast umleið 100 fólk hjá Vesturvón.

Aðalmálið hjá Vesturvón er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við Vesturvón, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Umleið 150 borgarar fáa samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst. Tænasturnar kunnu vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørðsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt eru 37 búð-, rehabiliterings- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.

Les starvsprofilin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo