Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í døgunum 6. - 8. mai verður árliga landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Leguhúsinum í Nesvík.

Stevnan er eitt slag av ársfundi hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

Skráin er bæði spennandi og fjølbroytt.

Úr henni kann nevnast, at bæði kór og solistar koma at syngja, frágreiðingar verða frá sjómonnum, bíbliutími, leiðarafundur, medarbeiðarafundur við fokusi á arbeiðið, frágreiðing frá missiónsferð, gudstænasta, góður matur og góður hýrur.

Hóast tað mest eru kvinnur úr sjómanskvinnuringunum sum samlast, so eru allar kvinnur, sum eru áhugaðar í arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini vælkomnar.

Tekningarfreistin er mánadagin 25. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo