At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Ferðavinnuveteranurin Sámal Bláhamar hevur sett fram uppskot um at gera ein ella fleiri heilsudeplar á sjónum.

Her verður m.a. hugsað um at gagnnýta heita vatnið í Kollafirði og eitt nú kølivatn frá elverkinum á Sundi.

- Tað gevur lítla meining, at sjúkraverkið sendir hóp av føroyingum uttanlands at leita sær heilsubót, við eitt nú at fáa viðgerð í heitum sjógvi, tá vit uttan stórvegis hóvasták kunnu gera hetta í Føroyum, her vit hava heimsins reinasta sjógv, sigur Sámal Bláhamar.

Hugskotið er einfalt.

Talan er um svimjihylar á sjónum.

Karið minnir um ein fýrakantaðan aliring – heitt vatn í hylinum og kalt vatn uttanfyri til havsvimjararnar.

Soleiðis ber til at skapa eitt hugnaligt umhvørvi til bæði havsvimjarar og til fólk, ið leita sær heilsubót fyri eitt nú gikt og húðsjúkur.

Hetta ber til at gera allastaðni, har tað ber til at fáa fatur á avlopshita. Hetta krevur tó ein ávísan infrastruktur, tí má kommunan spæla við.

Sámal Bláhamar sigur, at okkurt líknandi hugskot hevur verið uppi og vent nýliga, men helst er tað bara ein spurningur um at samskipa áhugan og at finna nakrar íleggjarar.

Fyri ferðavinnuna kunnu tílíkir deplar fáa sera stóran týdning.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, dámar sera væl hugskotið og vil viðgera eina komandi umsókn við vælvild.

Hann vísir á, at umframt loyvi og tað, ið skal til á sjónum, so er hetta eisini ein spurningur um øki á landi, parkering og ferðslu til og frá.

Hetta má alt kannast frammanundan.

Telduviðgjørdu myndirnar vísa, hvussu tílíkir deplar kunnu síggja út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo