Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í Vági hevur sonn innrás verið av føroyskum ferðandi hesar seinastu mánaðirnar, og í hesi vikuni er einki undantak, nú stóra hondbóltskappingini er í Marghøllini.

Og í sambandi við stóru hondbóltskappingin, verður í kvøld fyriskipa fyri ymiskum bæði til yngri og eldri. Tjald er sett upp mitt í bygdini og kl. 19.00 verður skipa fyri diskotek og sangspølum. Kl. 20.00 fer partur av manningini, ið skipaði fyri hugnaløtum í VB-húsinum undir Corona, at skipa fyri felagssangi, áðrenn vælumtókti Ingi Poulsen kemur at runda kvøldið av við sangframførslum, men um tey vaksnu hava hug at halda áfram at syngja, so verður sjálvandi hildið fram.

Í gjárakvøldið var hópin av fólki í tjaldinum, har tey spældu, sungu og hugnaðu sær, eins og møguleiki var at keypa sær okkurt gott. Eisini matstøðini í grannalagnum høvdu nógvar gestir, sum eisini løgdu leiðina inn í tjaldi til prát og hugna. 

Tiltakið í kvøld er ókeypis og vóna fyriskiparnir at bæði ung sum eldri, lokal eins og vitjandi koma við.

Skráin:

19.00-19.55 Barnadiskotek og sangspøl

20.00-20.45 Syng við - Dagfinn, Finn og fleiri skipa fyri

20.45-21.00 Ingi Poulsen syngur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo