Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd av Annu Rubeksen - úr bókini Tá ókunnufólk kom á leið

Mynd av Annu Rubeksen - úr bókini Tá ókunnufólk kom á leið

Mynd av Annu Rubeksen - úr bókini Tá ókunnufólk kom á leið

Á Sprotanum vilja vit fegin varpa ljós á, hvussu ómetaliga stóran part av okkara arbeiði, konufólk hava gjørt í fjør og fram til 8. mars í ár.

Anna Rubeksen skrivaði m.a. saman við Katrinu í Geil og Súsonnu Sørensen Tá ið ókunnufólk kom á leið

Marita Thomsen týddi bókina til enskt When Strangers Came Knocking

Anja Tell týddi hana til týskt Bei Färingern zu Gast

Ingrid Hofstra tók myndirnar

Katarina Nolsøe skrivaði leikin Leitanin eftir at vera

Elin Henriksen týddi skaldsøguna Tá ið einglar spæla Mozart

Eva Nielsen skrivaði Faroes(e) og fekk hana eisini út á fronskum

Erika Fatland kom til Føroya at leggja fram stórverkið Markið

Jóhanna Magnusardóttir og Kimberly Joy løgdu fram kin-fø/ fø-kin orðabók

Tóra Tóroddsdóttir týddi skaldaverkið Ljós heimsins (4 bøkur)

Sólrún Michelsen skrivaði skaldsøguna Ein táttur er silvur

Anja Tell týddi tvey verk úr týskum: Fuglaparadísið Mykines og Váðafúsir føroyingar

Astri Luihn gjørdi kápuna til Tá ið einglar spæla Mozart

Solby Christiansdóttir skrivaði skaldsøguna Gloymdur

Turid Thomsen skrivaði stuttsøgusavnið Í løtuni

Tatina Goldberg gjørdi kápuna til Virus 

Marna Jacobsen týddi skaldsøguna Leksikon um ljós og myrkur

Turið Sigurðardóttir týddi leikin Afturgongur

Sára Mikkelsen gjørdi kapuna til Ikki fyrr enn tá

Margit Baadsager skrivaði dagbókina Góða systir

Katrin Apol ritstjórnaði dagbókina Fjallafólk á flatlendi

Elin Neshamar legði fram stóra grønlendska-føroyska orðabók

Edith Mørkøre gjørdi kapuna til Góða systir

Erla Berghamar, Rósa Heinesen, Elin Henriksen, Randi Bjørk, Rúna Berghamar, Randi Kúrberg, Erla Zachariasen, Marita Thomsen, Kalpana Vijayavarathan, Kristinbjørg Høgnesen, Sonja Deng hava lisið rættlestur

Eydna Skaale, Dorit Hansen, Óluva Zachariasen og Óluva Klettskarð hava havt samrøður við høvundar 

Kinna Poulsen, Dorit Hansen, Malan Marnersdóttir, Marna Jacobsen og Eilen Antoniussen hava umrøtt og ummælt verkini. 

Hanne Jacobsen og Eilen Antoniussen hava ritstjórnað 

Gunnvá Zachariasen, Ria Tórgarð, Katrin Nolsøe hava lisið ljóðbøkur inn

Tina Ragnudóttir hevur samskipað máltænastuna

Rannvá Isaksen hevur havt bókhaldið 

Sonja Kjølbro hevur sniðgivið, útvegað tilboð, greitt til prentingar

Sára Mikkelsen hevur sniðgivið og gjørt kápur

Eilen Antoniussen hevur skipað fyri bókadøgunum

Elisabeth Joensen og Kristianna Poulsen hava umsitið verkini á Bókamiðsøluni

Rønn Eliasen og Oddvør á Lakjuni hava skipað fyri teimum stóru Mentanartiltøkunum í Fuglafirði 

Turid Maria Jóhansdóttir hevur havt Reinsaríið heitt og hugnaligt til øll O&T tiltøkini.

Eg takki tykkum øllum hjartaliga fyri avrikini og vóni, at tit allar fáa ein góðan kvinnudag.

Vóni ikki, at nøkur er dottin burtur ímillum í ramsuni. 

Jonhard Mikkelsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo