Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Til myndugleikar:

Tað er heldur óskilligt, at myndugleikar hava latið borgarar streymað til landið úr hart raktum økjum. Og at teir gera tað enn.

Tí eru tað ikki borgarar ið mugu taka støðuna í álvara, men myndugleikarnir.

Orsaka at eg sigi tað so bart út. Men ein forðar ikki pandemiskum vandum, við at flyta teir inn í fjøldina. Einum tørvar ikki eitt ella tvey áratíggju innan medisin, fyri at skilja tað. Tí tað hoyrir undir vanligt vit og skil.

Harafturat nyttar lítið at myndugleikar tosa við stórum stavum um orð sum tilráðing. Ein tilráðing er bert ein tilráðing, óansæð støddina av stavunum.

Vit vilja vera so varðin og politisk røtt, men hettar er ikki tíðin til tað.

Hettar er ein undantaksstøða! Her má nevin setast í borðið, og borgarar mugu fáa greið og avgjørd boð. Boðini mugu vera resolutt og hørð, og boðini skulu fylgjast.

Til Palliba og Marsannu:

Mín fatan er at tá um vanda ræður, so er hettar ættarliðið so forkelað, at tað ongantíð hevur noyðst at taka nøkur beisk atlit.

Alt ber til, og ongi sjónlig mørk eru. Tí onki ógvusligt er hent í teirra lívið. Tað skal kjakast um alt, og allar meiningar viga líka nógv.

Vit hava liva í einari heilt óvanligari tíð reint søguligt. Ongin verulig pandemi, og onki stórkríggj um okkara leiðir. Og eisini tað hevur ein enda.

Tíanverri verður sami leistur nýttur í øllum átøkum. Eisini millum borgarar.

Ongin tekur vanda í veruligum álvara. Tí fokus er sett á seksualrættindi, klima-Gretu, útlendingapolitikk og kriminalitet, peninga og bankahvítting, fólksins ogn/stórir aktørar, kynsstríð o.s.fr.

Veik menniskju vera rakt - og doyggja. Men dansistaðið má fyri alt í verðini vera opið til kl. 22 ella til miðnátt.

Menniskjaliga náttúran ger, at vit kunnu ikki so frægt sum lata 2 vikur fara framvið, uttan at misnýta livrina, meðan vit finna útav hvat er á vási. Vit vilja liva beint her og nú.

Myndugleikar eftirlíka hesum, og talið av smittaðum fer upp við fúkandi ferð.

Misskil meg ikki. Eg veit at læknar, serlæknar, landsstýrismaðurin, landslæknin og heilsustarvsfólk, gera eitt ótroyttiligt stórarbeiði í hesum døgum. Og takk skulu tit hava fyri tað.

Men hitt allarfyrsta má vera at steðga vanlukkuni. Tað er tað eisini innan fyrstuhjálp.

Tað ið er mítt point er, at tað tykist sum um tit føla tykkum noyddur at vála inn í hesi brennandi húsini, fyri at bjarga innbúgvi og málningum í løtini.

Ringi heldur eftir sløkkiliðnum nú, og hugsi um innbúgv, tá tamarhald er á eldinum.

Heilsan

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo