Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú sýslumenn fyri arðu ferð innan stutta tíð hava noktað at halda grind til við tí grundgeving, at mann ikki kann fylgja tilmælunum viðv. Covid-19, vil eg við hesum seta fram henda fyrispurning, sum eg vóni at fáa svar uppá.

Er tað politiski viljin, at mann ikki skal drepa grind nú? 

Ella er tað soleiðis, at tað er politiskur vilji fyri at drepa grind, men at heilsumyndugleikarnir halda aftur, tí tilmælini ikki verða fylgd?

Um so er, áttu tit so ikki at skorið í gjøgnum eins og tit gjørdu tað við t.d. fótbóltinum, kappróðrinum, við at opna barnagarðar og nú eisini tosa um at loyva summarlegum? 

Eg meini so við, tað er sera einfalt at gera smittusporan um so er, at tað ímóti øllum oddsum skuldi blivið neyðugt í samband við eitt grindadráp, tí øll sum luttaka í grindadrápinum,  verða uppskrivað í samband við býtið av grindini.

Tað stendur eisini øllum hinum í landsins leiðslu frítt at svara hesum spurningum ella gera viðmerkingar.

Jóan Petur Joensen, Sandavágur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo