Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í einum illsintum skrivi á VP frá tí fyrrverandi læraranum, harra Árna Dahl, verða heiðursmenninir, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, eyknevndir biddaragreipan av hesum eygleiðandi humanisti.

Tann ovurmoralska tesan hjá Á.D. er, at hvis man í Ríkisfelagsskapinum fær útvegað sær eina DANSKA krónu til eitt føroyskt projekt, so er man eitt olmussudýr.

Hetta er ein sera einføld og primitiv støða, sum kann fáa gigantiskar etiskar fylgjur fyri føroyskan identitet og moral, serliga í tí nationalistiska liðinum.

Vit kunnu í fyrsta umfari leggja fyri við hesi einføldu uppramsing:

A. Ólógligar DANSKAR serveitingar frá Fólkatinginum til Tann Norðuratlantiska Spælibólkin á Fólkatingi, sum Høgni Hoydal græt og biddaði sær til, uttan formella heimild, men fekk við óvanligari dispensatión frá Fólkatingsins leiðslu.

B. Absurd biddarabrøv, send í áravís til danska Fólkatingid um DANSKAN pengastuðul til tann føroyska tjóðveldisflokkin.

C. Seinasta olmussu-umsóknin til danskar Fólkatingsgrunnar er ein ønskrilig bøn um at hjálpa og dugna tveimum tjóðveldistum, harra Jonhardi Mikkelsen og Hansi Sølvará at fíggja eina bók um Tjóðveldisflokkin (helst eisini um Árna Dahl, sum hevur runnið nógv ørindi fyri ta sektina).

Eftir tí etiska mátistokkinum hjá Á.D., hvat eru so hesir republikønsku jassar, Høgni, Jonhard og Hans?

Hvis okkara pragmatisku fólkatingsmenn eru ein biddara-greipa, eru so henda gramma og løgna trio ikki ein risamikil DONSK snultara-teggja?

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo