Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 119/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um broytingar í nevndum og ráðum síðani løgtingsvalið 2019.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvørjar limir í fastar almennar nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg og almenn partafeløg v.m., sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum velur, hevur landsstýrismaðurin valt síðani løgtingsvalið 2019 (navn, bústað, starv, starvsroyndir, royndir/útbúgving, onnur størv í nevndum og ráðum v.m.)?

2. Hvørjar limir í almennum nevndum, ráðum, stýrum, grunnum og almennum partafeløgum v.m. hevur landsstýrismaðurin skift út síðani løgtingsvalið 2019 (navn, bústað, starv, starvsroyndir, royndir/útbúgving, onnur størv í nevndum og ráðum v.m.)?

3. Hvør er sakliga grundgevingin í hvørjum einstøkum føri fyri hvønn persón, ið landsstýrismaðurin hevur valt/valt frá?

4. Hvør fyrisitingarlig viðgerð og skjalfesting av valinum er farin fram í hvørjum einstøkum vali/frávali, og hvør hevur í hvørjum einstøkum føri tilmælt at velja ella velja teir ávísu limirnar frá?

5. Hvussu leingi hava teir limir sitið, sum landsstýrismaðurin hevur vrakað?

6. Hvørjar eru samsýningarnar í hvørjum einstøkum føri til limirnar?

7. Vil landsstýrismaðurin senda Løgtinginum avrit av øllum viðkomandi fyrisitingarligum skjølum og grundgevingum í hvørjum einstøkum máli?

8. Hvørjir og hvussu nógvir av teimum limum, ið landsstýrismaðurin hevur valt síðani løgtingsvalið 2019, hava sitið á tingi fyri Fólkaflokkin, til hvat eru teir valdir og við hvørji fyrisitingarligari grundgeving, og hvør varð ikki afturvald/ur í teirra stað?

9. Hvør hevur í fyrisitingarligu viðgerðini skotið upp og tilmælt teir limir, ið hava sitið á tingi fyri Fólkaflokkin?

10. Er tað hent áður, at ein landsstýrismaður hevur valt fyrrverandi tingmenn úr egnum flokki í nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg ella almenn partafeløg – og um so er, hvørjar?

Svar:
Sambært § 52a, stk. 1 í tingskipanini kunnu tingmenn seta løgmanni ella landsstýrismonnum skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti.

Spurningar og svar skulu vera stutt og greitt orðað, jb. stk. 2 og 4.

Landsstýrismaðurin heldur, at spurningurin frá tingliminum ikki er stutt og greitt orðaður, tá ið spurningurin fevnir um 10 undirspurningar, sum hvør sær eru víðfevndir í vavi.

Svarað verður í tann mun, tað ber til at svara stutt og greitt.

Í viðmerkingunum hjá spyrjaranum verður sagt, at fyrrverandi tingmenn hjá Fólkaflokkinum eru valdir í týdningarmiklar nevndir, og at spyrjaranum vitandi er tað ikki hent áður undir stýrisskipanarlógini, at ein landsstýrismaður hevur valt fyrrverandi tingmenn úr egnum flokki í týðandi nevndir, stýri ella ráð.

Tá ið limir verða valdir í nevndir, ráð, stýri o.a., verður tað gjørt út frá teimum treytum, sum galda fyri einstøku eindina.

Tað kann vera, at tað stendur í einari lóg, at limir skulu hava ávísar førleikar, ella at landsstýrismaður skal hava tilmæli frá øðrum enn umsitingini um limir, sum hann skal velja ímillum.

Í øðrum førum eru tílíkar treytir ikki festar í lógir ella bindandi reglur.

Tá galda vanlig atlit, t.d. at teir mest viðkomandi førleikarnir eru umboðaðir í eina nevnd í einum partafelag.

Onnur atlit kunnu vera, at nevndin er hóskandi samansett persónliga, t.d. umboð fyri bæði kyn, ymiskar áskoðanir o.a.

Í øðrum førum kann talan vera um at tryggja javna tilgongd av nýggjum umboðum.

Tá ið limir verða valdir í nevndir o.a., ber heldur ikki til at seta ósakligar treytir fyri, hvør kann verða vald/ur.

Tað veri seg rasa, húðarlitur, tjóðskaparligur ella etniskur uppruni, kynsligur samleiki ella brek, politisk sannføring o.s.fr.

Tað er ein týðandi lutur í fólkaræðinum, at allir persónar hava frælsi at hava eina politiska hugsan og arbeiða fyri henni, t.d. við at lata seg umboða á Tingi og har gera sína borgaraskyldu.

Tað er ikki nýtt, at persónar, sum hava verið tingmenn ella virknir á annan hátt fyri politiskar flokkar, eru ella hava verið valdir í nevndir o.a.

Eg kann nevna nøkur dømi.

Undir Fíggjarmálaráðnum eru dømi um fyrrverandi løgmenn í stjórnini fyri Føroya Realkreditstovn og stýrinum fyri Íleggingargrunnin fyri Føroyar.

Í nevndini fyri Posta er ein stjóri í vinnufyritøku, og sum áður hevur sitið á Tingi.

Í nevndini fyri Vága Floghavn er ein fyrrverandi flogskipari, sum eisini er útbúgvin løgfrøðingur, sum áður hevur sitið á Tingi.

Í Lívstryggingini er ein embætismaður, sum áður hevur stillað upp fyri tveir politiskar flokkar.

Tá ið nevnd varð skipað í sambandi við útluting av menningarkvotum, var eitt fyrrverandi valevni hjá einum flokki valt til formann í nevndini.

Talan er um persónar, sum vegna dugnasemi og førleikar – og ikki vegna teirra ymisku politisku sannføringar – eru valdir í umrøddu nevndir.

Spurningurin frá spyrjaranum tykist tí ikki sakligur, men havi eg svarað spurninginum eftir bestu sannføring.

Eftir mínum tykki má tað ongantíð henda, at ein persónur verður útihýstur, bert tí viðkomandi hevur verið í politikki og har gjørt sína borgaraskyldu.

Tvørturímóti hevur viðkomandi tá eina dygd afturat tí, hann annars hevur í viðførinum.

Tinganes, 6. juli 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo