Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tottenham Hotspur hava havt tað trupult higartil í ár í Premier League, men í Champions League bólkaspælinum gongur tað hinvegin ikki so galið hjá teimum hvítu úr Norður London.

Í kvøld vunnu Spurs 4-0 ímóti Reyðu Stjørnu á útivølli við málum frá Son Heung-min (57, 61), Giovani Lo Celso (34) og Christian Eriksen (85).

Harvið hava Spurs nú 7 stig í bólki B, meðan Reyða Stjørna framvegis hava 3 stig á 3. plássinum í bólkinum.

Harvið var talan um ein týdningarmiklan sigur hjá Spurs, sum nú liggja væl fyri á 2. plássinum í bólkinum undan teimum báðum síðstu umførunum í bólkaspælinum.

Høvdu Spurs tapt dystin í kvøld, høvdu serbarnir harafturímóti ligið til at komið víðari.

Serbarnir misnýttu eisini tveir stórar møguleikan undan steðginum, meðan støðan enn var 0-0, og kunnu onglendingarnir takka Hugo Lloris í málinum fyri, at teir ikki komu aftur um 1-0.

Oddalið í bólki B er annars Bayern München, sum júst hava koyrt venjaran, Niko Kovac úr starvi.

Bayern liggja á odda í bólki B við fullum stigatali, t.e. 12 stigum.

Týska stórfelagið vann í kvøld 2-0 ímóti Olympiakos á heimavølli. Málini hjá Bayern skutu Robert Lewandowski (69) og Ivan Perisic (89).

Bólkur B, støðan eftir fýra umfør
1. Bayern München 12 stig
2. Tottenham Hotspur 7 stig
3. Reyða Stjørna 3 stig
4. Olympiakos 1 stig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo