Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Síðstu vikurnar er Tottenham Hotspur av álvara dragnað í stríðnum um at vinna enska meistaraheitið, og í dag fekk liðið enn eitt skot fyri bógvin, tá liðið tapti 2-1 á útivølli ímóti einum av botnliðunum í Premier League, Southampton.

Harry Kane legði Spurs á odda 1-0 í 26. minutti, og var Spurs eisini væl betra liðið í fyrra hálvleiki.

Men í fótbólti ræður tað um at halda høvdið kalt allan dystin á tamb - hvat ið Real Madrid og Paris Saint Germain kunnu skriva undir uppá -, og í seinna hálvleiki koppaði Southampton øllum á høvdið.

Fyrst javnaði Yann Valery til 1-1 í 76. minutti, og í 81. minutti legði fríparsksserfrøðingurin James Ward-Prowse Southampton á odda 2-1 við einum frálíkum frísparki.

Hetta er annað vikuskifti á rað, at Ward-Prowse skorar beinleiðis uppá fríspark. Síðsta vikuskifti javnaði til hann 2-2 við beinleiðis frísparki ímóti Manchester United á Old Trafford.

Eftir hetta royndi Spurs at koma upp á javnt aftur, men vóru royndirnar hjá London liðnum til fánýtis.

Harvið hevur Spurs framvegis 61 stig, nú fyri 30 dystir, á 3. plássinum í Premier League.

Felagið hevur 10 stig upp til Manchester City á 1. plássinum og 9 stig upp til Liverpool á 2. plássinum.

Og einans 3 stig niður til Manchester United á 4. plássinum.

Øll hesi trý liðini - umframt Arsenal og Chelsea á 5. og 6. plássinum - hava til góðar at spæla hetta vikuskiftið.

Sostatt skal Spurs nú av álvara ansa eftir ikki at detta úr topp 4.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo