Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Bárður Nielsen, løgmaður
Evni: Javnstøða í landsstýrinum

Spurningar:
1. Metir løgmaður, at tað er nøktandi, at eingin kvinna er landsstýrismaður í løtuni?
2. Heldur løgmaður, at javnstøða eigur at vera í landsstýrinum?
3. Ætlar løgmaður at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum?

Viðmerkingar:
Í gjár setti løgmaður tveir nýggjar landsstýrismenn. Tað merkir, at nú eru sjey menn, sum umboða landsins leiðslu í Tinganesi.

Eingin kvinna.

Løgmaður hevur ábyrgd av at seta landsstýrisfólk og loysa landsstýrisfólk úr starvi, og tí hevur hann eisini einsamallur heimild til at broyta, at bara mannfólk eru umboðað í landsstýrinum.

Nevnast kann, at Sambandsflokkurin eisini hevur framt eitt landsstýrismannaskifti í hesum valskeiðinum. Tá var tað eisini ein maður fyri ein mann.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2004, at eitt landsstýri bara er mannað av monnum. Javnstøðunevndin hevur sagt, at hetta gongur ímóti demokratisku virðunum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 7. januar 2022
Ingilín D. Strøm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo