Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Hernaðarligt virksemi á føroyskum sjóumveldi

Spurningar:
1. Hvørjar eru formligu mannagongdirnar, tá ið fremmand herskip ynskja at sigla ígjøgnum ella hava venjingar á føroyskum sjóumveldi?

2. Hvussu ofta hava fremmand herskip biðið um diplomatiskt loyvi til at sleppa inn á føroyskt sjóumveldi síðani 2010?

3. Hvussu ofta hevur NATO framt hernaðarvenjingar á føroyskum sjóøki síðani 2010?

4. Hvørjar eru grundgevingarnar hjá fremmandum herskipum fyri at sleppa inn á føroyskt sjóumveldi?

5. Hvørjar eru treytirnar fyri, at fremmand herskip fáa diplomatiskt loyvi til at sleppa inn á føroyskt sjóumveldi?

6. Eru dømi um, at loyvi ikki er givið frá uttanríkistænastuni til at sleppa inn á føroyskt sjóumveldi?

7. Ætlar landsstýrið í framtíðini at kunna almenningin, tá ið fremmand herskip fáa loyvi til at sigla gjøgnum føroyskt sjóumveldi?

8. Eru ítøkiligar ætlanir um, at fremmand herskip skulu brúka føroyskar havnir sum stuðulshavnir til teirra virksemi?

Viðmerkingar:
Sunnudagin 5. juni 2022 sigldu 6 NATO-herskip millum føroysku oyggjarnar.

Herskipini vóru partur av herflotabólkinum Standing NATO Maritime Group 1, og kom umsókn inn til Arktisk Kommando um, at hesi seks skipini kundu sigla ígjøgnum føroyskt sjóumveldi á veg norður eftir. Tað varð ikki fráboðað almenninginum, og gingu tað fleiri tímar, áðrenn uttanríkistænastan úttalaði seg til miðlarnar um, hvat ið var áfatt. Tað er sera óheppið, tí tað elvdi til stúran hjá mongum, ið ikki vistu teirra ørindi her um leiðir.

Tað er alsamt vanligari, at vit síggja fremmand herskip í Føroyum. Tá ið amerikanski oyðarin, USS Donald Cook (DDG 75) kom til Føroya í oktober 2019, var hetta fyrsta vitjanin av amerikanska herflotanum í Føroyum í 33 ár, og í mai 2022 komu amerikonsku kavbátarnir, USS Indiana (SSN-789) og USS John Warner (SSN-785) til Føroya at skifta manning. Harafturat kom amerikanski oyðarin USS Ross (DDG-71) inn í Runavíkar havn fyri at bunkra olju, sleppa av við burturkast, og fáa vatn og eykalutir umborð.

Heimurin er í eini spentari støðu, og eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina, hevur NATO økt um sítt virksemi í Norðuratlantshavi. Tað kann hugsast, at vit fara at síggja fleiri hernaðarvenjingar her um leiðir, og eisini kann tað blíva aktuelt, at umbøn kemur frá amerikonsku stjórnini um at brúka føroyskar havnir sum stuðulshavnir fyri herflota teirra og tess sameindu.

Tí vera hesir spurningarnir settir.

Á Løgtingi, 9. juni 2022
Bjarni Kárason Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo