Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum
Evni: Tjóðleikhúsið

- Nær kann væntast,  at spakin verður settur í at byggja tjóðleikhúsið?

- Metir landsstýrismaðurin, at játtanin á fíggjarlógini til tjóðleikhúsið er nøktandi?

- Hvussu nógvur peningur skal setast á íløgujáttanina komandi árini fyri, at tjóðleikhúsið verður veruleiki, og ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta tjóðleikhúsið á komandi fíggjarlóg?

Viðmerkingar:
Nú er endalig avgerð tikin um, at tjóðleikhúsið skal byggjast í Havn, og herfyri samtykti Tórshavnar býráð somuleiðis, at tjóðleikhúsið skal byggjast á Eystaru vág.

At byggja tjóðleikhúsið er ein landsuppgáva og á fíggjarlógini eru settar av 5 mió kr  í 2022, 7 mió kr í 2023 og 10 mió kr  í 2024.

Tað er ein sannroynd, at hesar upphæddir neyvan røkka til at byggja tjóðleikhúsið, og tí er áhugavert at vita, nær veruliga byggingin fer í gong, og hvussu nógvur peningur er neyðugur at seta á fíggjarlógina komandi árini. Tí verða hesir spurningar settir.

À Løgtingi, 21. April 2022
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo