Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Sjúkrarøktarfrøðingar í heilsuverkinum

Spurningar:
1. Hvørjar treytir eru um bústað hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða í heilsuverkinum gjøgnum vikarstovur?

2. Hvør er lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingi, ið kemur gjøgnum útlendska vikarstovu, og hvør er lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingi, ið arbeiðir eftir sáttmálanum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, men sum ger sama arbeiði, og sum arbeiðir sama brøk?

3. Hvør rindar fyri kost og bústað hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða í heilsuverkinum gjøgnum vikarstovur?

4. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingar, ið búgva í Føroyum, arbeiða í heilsuverkinum gjøgnum útlendska vikarstovu?

5. Hvussu nógv rindar heilsuverkið árliga útlendskum vikarstovum fyri at fáa sjúkrarøktarfrøðingar?

Viðmerkingar: 
Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 20. juni 2022
Beinta Løwe Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo