SSL hækkar nú prísin fyri farm um Skopunarfjørð. Tað skrivar SSL á heimasíðuni, men sagt verður ikki, hvussu nógv prísurin hækkar. Orsøkin er, at havnagjøldini fyri Hasfjord og Teistan í Skopun eru hækkað, sigur SSL.
Men borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg, er alt annað enn fegin. Við Útvarpið sigur hann, at tað kemur at ganga útyvir vinnuna í oynni, og tað vil hann ikki finna seg í. Hann sigur eisini, at tað er langt síðani at SSL fekk at vita um ætlanirnar hjá kommununi, sum eisini hevur strikað ein part av rokningini, tí SSL hevði ikki pening tøkan at rinda við.
Broytingin kemur í gildi 1. apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo