Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Podvarp

Hans Johannesen úr Vestmanna, ella Hans hjá Ibbe sum vestmenningar siga,  misti sum blaðungur umborð á skipi fýra fingrar á høgru hond og fekk stóran skaða í hina, tá hann kom fastur í veirin.

Kortini hevur hann ikki staðið aftanfyri aðrar, men tvørtur ímóti havt eitt sera virkið arbeiðslív. Hann hevur klintrað í bjørgunum, verið seyðamaður, róð út og fingist við nógv annað vinnuligt virksemi.

Studning og hjálp hevur hann ongantíð vilja vita av eftir skaðan, tí, sum hann sigur, 'fái eg studning, so kann eg onki gera'.

Umframt samrøðu við Hans er eisini prát um altjóða kvinnudagin, sum er í dag.

Lurta eftir nærvarpinum í Vestmanna við at trýsta á pílin undir myndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo