Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er leygardagur 31. august 2019 kl. 20.10. Valhølini eru júst latin aftur, og føroyafólk hevur enn einaferð staðfest fólkaræðið við fríum og frælsum vali. Um nakrar tímar verður greitt, hvørjir persónar eru valdir í Løgtingið.

Henda løtan gevur møguleikan at siga nakað, ið aloftast liggur á láni, tí tað líkist politikki. Tó, talan er ikki um partapolitikk. Ei heldur órógvar andaktin valið, nú bíðað verður eftir uppteljingini. Løtan er lagalig til andalig og menniskjanslig atlit.

Sæð frá einum kristnum sjónarhorni er menniskjan krúnan av Guðs skapanarverki. Út frá hesi fatan er tað eyðsýnt, at samfelagsins fremsta uppgáva er at skapa góðar karmar um mannalívið.

Er niðurstøðan røtt, eru tey hørðu og lívsneyðugu umráðini í privata og almenna geiranum ikki endamálið.

Tey eru neyðug ávegis mál til tess at geva samfelagnum fíggjarligan førleika at røkja menniskjanslig atlit, t.d. innivist, umsorgan, sjúkrarøkt, útbúgving, mentanarliga og sosiala vælferð.

Tað er lættari at seta tey hørðu virðini á breddan. Tey bleytu virðini tykjast í fyrstu atløgu at vera ein útreiðsla. Tey bleytu virðini eru ein avbjóðing, ið er mikið torfør at framrokna og stýra.

Sum gudfrøðingur er tað torført at skilja, at vit í gullrandaðum tíðum ikki hava ráð at veita borgarum landsins innivist, nøktandi tilboð um heilsurøkt og sosiala vælveru.

Onkuntíð tykist mær, at vit hava vant okkum við hugsanina, at samfelagið er eitt gandaorð. Eitt samfelag er einans ein skipað eind, ið menniskju stjórna og stýra. Samfelagið verður tað, ið vit gera tað til.

Vit vísa til samfelagið og halda, at so hava vit gjørt okkara skyldu. Ikki einans tey fólkavaldu og almenna umsitingin eru samfelagið. Allur veljaraskarin hevur ábyrgd, og ta ábyrgd mega vit bera á okkara herðum.

Tað er ikki nóg mikið at lasta politisku skipanina. Mær tykir, at tey fólkavaldu innast inni vilja okkum alt gott.

Eisini vit, ið ikki eru politisk virkin, myndað beinleiðis og óbeinleiðis samfelagið. Vit seta krøv og bera fram ynski, sum í stóran mun stýra politisku skipanini. 

Vit hava seinastu mongu áratíggjuni flutt okkum frá hugsanini, at vit varða hvør av øðrum. Eisini tær kristnu kirkjurnar hava við ávísum undantøkum latið samfelagið tikið sær av tí menniskjansliga.

Í mínari lívstíð er samfelagið ment munandi. Vit hava almikið at takka fyri og frøast um á so mongum økjum.

Tó, menningin hevur eisini hjáárin, og tað eru árinini, ið vit stríðast við.

Samfelagið hevur spakuliga mist sítt menniskjansliga andlit og hugsar í tølum og stabbum. Menniskjan er ikki ein matematisk eind á einum rokniarki, og tað er júst her at ketan fer av, tá ið menniskjan telur sum tal í ymiskum yvirlitum.

Út frá einum kristnum sjónarhorni mega vit hava ráð til okkara sjúku og fólk við serligum tørvi. Tað eru júst hesi viðurskifti, ið staðfesta, um vit eru eitt ríkt ella fátækt samfelag. Vit mega hava ráð til fólkið uttan mun til førleika, aldur og heilsu.

Menniskju við likamligum og sálarligum avbjóðingum eru í dag eini bíðirøð til fakliga hjálp, tí peningur er ikki til starvsfólk. Tað er als ikki nøktandi, at onnur atlit viga hægri enn tey menniskjansligu t.d. fíggjarlig javnvág, ið politiska skipanin sjálv hevur ásett innan almennar karmar og raðfesting.

Í hesi vikuni sóu vit í Svf ein hugtungan veruleika úr Oyndarfirði, har ein kvinna í bestu árum var rakt av alzheimer. Almenna hjálpin var avmarkað til miklan ampa fyri alt húskið. Ein óhugnaligur veruleiki, har kvinnan í almennu skipanini verður umtalað sum eitt tal ella ein av 4 uttanfyri høvuðsstaðin.

Erika Lómstein Petersen tænti sínum heimi og samfelagnum øll árini, ið heilsan loyvdi. Dugnalig, virkin og nærløgd. Hon var ein av teimum mongu trúføstu tænarunum í tí heimligu kirkjuni. Samstarvið við sóknarprestin var fyrimyndarligt.

Tað er ikki nøktandi, at Almannaverkið vegna tvørrandi fíggjarliga játtan noyðist at taka størri atlit at kørmunum enn menniskjum. Hetta má broytast skjótast gjørligt, tí menniskjan er týdningarmiklari enn vøkur tøl og ásýniligir stabbar. 

Tað er ikki nøktandi, at at lógir og regluverk ikki geva myndugleikanum á økjunum heimild at nýta vanligt vit og skil, svá umstøðurnar eru og krevja. Tað má vera ein paragraff í tekstinum, sum heimilar almennum stovnunum við ábyrgd at gera tað, ið er neyðugt, hóast tað ikki stendur skrivað.

Tørvur er á politiskari hugburðsbroyting. Vit mega vísa Almannaverkinum og tess dugnaligu starvsfólkum fakliga virðing. Fakligi myndugleikin tekur ábyrgd á økinum, og tann politiski myndugleikin skapar karmarnar og hevur eftirlit. 

Eyðvitað skulu fólk við líknandi avbjóðingum fáa nøkulunda javnbjóðis sømdir, men millimetur líkleiki er rótin til tvørrandi nøgdsemi. Menniskju eru ymisk, umstøðurnar eru ymiskar. Eingin missir nakað við tað, at ein annar verður hjálptur ávegis við røkt og umsorgan.

Menniskjanslig atlit eiga at eyðkenna alla ta sosialu skipanina. Eyðvitað mega vit hava fíggjarliga stýring og nýta vit og skil. Men av størsta týdningi er at síggja tað einstaka menniskjað og tess avvarðandi. Stendur valið millum pening ella menniskju, mega vit velja menniskjað.

Lívið er dýrabart! Amen.

Orðið: ”Tí at bókstavurin drepur, men andin lívgar.” (Seinna Korintbrævið 3,6).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo