Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: - Kommunustýrini í Føroyum hava eitt fólksligt kjølfesti, eina undirtøku millum manna, ið øll onnur samfeløg, sum vit samanbera okkum við, bert kunnu droyma um. 29 kommunur við knappliga 200 kommunustýrislimum eru í dag karmur um staðbundna fólkaræðið í Føroyum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum, tá aðalfundurin hjá felagnum varð settur á Hotel Føroyum í morgun.

- Vit hava slakar 40 túsund veljarar í Føroyum, so í miðal umboðar hvør kommunustýrislimur færri enn 200 veljarar. Sambandið millum politisku skipanina og borgaran er tískil tætt, og møguleikarnir hjá borgarunum at ávirka politisku skipanina – og harvið raðfestingar í nærsamfelagnum – eru framúr góðir.

- Valluttøkan við seinasta kommunuval var í miðal oman fyri 84%, sum er met í norðurlendskum samanhangi. Hetta er ein gongd, ið vit sum samfelag kunnu vera errin av. Flestu av okkara grannalondum hava í mong ár stríðst við júst øvutu gongdina, har áhugin fyri staðbundnum valum yvirhøvur er minkandi.

- Vit kunnu eisini staðfesta, at valluttøkan á kommunuvalinum tann 10. november var størri enn 80% í øllum teimum 29 kommununum. Hetta er okkum kunnugt fyrstu ferð í nýggjari tíð. Vit kunnu tískil staðfesta, at staðbundna fólkaræðið í Føroyum hevur tað gott, og at borgarar veruliga munnu kenna seg at hava ávirkan á førda politikkin í nærsamfelagnum.

- Meira enn helmingurin ella 55% av kommunustýrislimunum vóru nývaldir hesa ferð. At áhugin fyri staðbundna fólkaræðinum er vaksandi, er kanska eisini sjálvsagt. Stór vælferðarøki eru seinni árini løgd til kommunurnar. Samstundis eru tað kommunurnar, sum í stóran mun skapa karmar fyri ítrótti, mentan og frítíðarvirksemi yvirhøvur, eins og tær skapa karmar fyri vinnu um landið.

- Hetta merkir, at tað eru kommunustýrini, vit kommunustýrislimir, sum við okkara raðfestingum í stóran mun ávirka vælferðina og trivnaðin hjá øllum okkara borgarum, bæði børnum, vaksnum og eldri.

- Sum kommunufelag mugu vit áhaldandi verja henda rættin hjá fólki at skipa seg á staðnum, soleiðis at eisini tey, ið eftir okkum koma, fara at hava tann framíhjárætt at skipa seg í staðbundnar eindir við heimildum at skipa og ávirka egin viðurskifti. Henda rættin verja vit best við at standa saman um eitt sterkt Kommunufelag, segði Heðin Mortensen m.a., tá hann beyð vælkomin til aðalfundin hjá Kommunufelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo