So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólkafundur á bygdastevnuni í Hvalba 2021

Í Djúpadali

Nú eru vit savnaði her til fólkafund í Djúpadali, sum var gamla farleiðin hjá Hvalbingum. So bleiv kolavegurin gjørdur, sum hevur verið ein kollvelting í síni tíð.

Í 1963 hendi ein tann størsta kollveltingin í Hvalbiar søgu, tá fyrsta tunnellin í landinum opnaði.

Og nú standa vit aftur við eitt vegamót í Hvalba, tí um 6 dagar opnar nýggja tunnellin.

Eftir at eg í 11 ár havi búð í Tórshavn, kom mín familja á eitt vegamót, har vit loksins funnu leiðina heim til Hvalbiar at búgva, sum altíð hevur staðið mínum hjarta nær.

Vit hildu, at nú var tíðin komin til at seta føtur undir egið borð, og vit sóu onga framtíð í Havn, við tí himmalhøgu húsaprísunum, og so var tann nógva ferðslan ikki nakað, sum helt okkum aftur frá at flyta.

Og var tað nakað annað stað eg vildi seta búgv, so mátti tað vera í Hvalba og tíbetur fekk eg lokkað mína betru helvt suður við mær.

Og sum onkur segði, tá eg fortaldi teimum hesa nýggjheit: “Hví ikki?” Ja, hví ikki?

Tað er her mítt hjarta brennur og tað er her eg havi fingði tey bestu barnaminnini, sum nakar kann ynskja sær, og tað ynski eg eisini geva mínum børnum.

So vit gjørdu skjótt av og fóru frá at hoyra bilar og sirenur uttan fyri vindeygað til at hoyra áartutl, fuglaljóð og smálomb uttan fyri okkara vindeyga í Nesi. Tað er nakað sum eg virðismeti høgt.

Onkur heldur kanska at her kann vera heldur ov friðarligt. Eg kann bara tala fyri meg, eg fevni henda friðin og hetta tempoið, sum her valdar.

Og eg havi funnið útav, at um okkurt skal henda, so er tað so øgiliga nemt at starta okkurt.

Eg haldi at tað er so stuttligt at práta við fólk her í bygdini, tí tey flestu fólkini klára illa at goyma teirra gleði, yvir at vit eru flutt til Hvalbiar at búgva, eg skilji tey væl, tí at eg blívi sjálv altíð so glað, tá eg hoyri at fólk velja at flyta til Hvalbiar.

Her eru betri møguleikar at fara útum at spæla, og tað er akkurát tað, sum børn í dag hava brúk fyri. Lívið í 2021 hevur so nógvar freistingar, børn mugu ikki keða seg og skulu helst undirhaldast alla tíðina, so tá foreldrini ikki orka meira, so tekur skermurin yvir. Nær skal barnið so sleppa út, at skerpa sínar sansir?

Eg fekk eitt aha-upplivilsi, tá eg lurtaði eftir Alice Tausen, sum m.a. er motorikkvegleiðari, greiða frá til eina mammucafé í Salt, at børn í dag helst skulu vera still, og tí vera tey ofta sett at gera stillar aktivitetir, so sum at perla ella tekna.

Kroppurin hjá einum barnið hevur brúk fyri at røra seg.

Og tá børn sleppa út at spæla so fáa tey alt serverað, har kunnu tey larma og renna so nógv tey vilja, slíkt sum tey ikki sleppa gera inni.

Eg vil pástanda at børnini fyrr í tíðini vóru nógv betri fyri kroppsliga, enn børn eru í dag, tá brúktu tey teirra kamar einans til at sova í, kømurini vóru ikki til at spæla í. Tey vóru úti og spældu og so hjálptu tey til heima við hús.

Tískil er tað gott at børn í dag hava nógvar frítíðar aktivitetir at ganga til, har tey sleppa at røra seg. Og so fegnist eg eisini at Roynhøllin er opin fyri almenningin, tað er eitt sera gott átak.

Vit liva í eini tíð, har vit mugu hugsa grønt. Greta Thunberg ger sítt til at ávirka allan heimin til at hugsa grønt.

Grøn orka, skilja rusk, minka um matoysl, minka um klædna oysl.

Eg havi funnið útav at eg saktans klári meg við at nýta tey klæðini, sum eg longu eigi, og eg havi megnað  at hildið mær frá at keypa nakað plagg til mín í knapt hálvt annað ár.

Og eg eri komin til ta niðurstøðu, at um eg mangli okkurt, so keypi eg antin endurnýtslu klæðir ella um tað skal vera eyka lekkurt og nýtt, so keypi eg føroyskt.

At liva burðardygt er eitt rák, sum er uppi í tíðini, og eg haldi at tað er eitt sunt rák, frá tí materiellu rákinum, sum vit so leingi hava liva í. Okkara forfedrar, sum hava gingið her undan okkum, dugdu at liva burðardygt. Og tað er nakað sum vit kunnu læra av í dag.

Tá teldan kom fram og so seinni snildfonirnar, hildu øll at vit fingu tað lættari í einum pappírleysum samfelag. Men tað hevur ongantíð verið so nógv fólk, sum eru strongd, sum í dag.

Vit skulu altíð vera ON, snildfonin er tað síðsta vit síggja áðrenn vit sovna og tað fyrsta vit kanna tá vit vakna.

Í Djúpadølum liggur ein hvílingarsteinur, sum minnir okkum á at seta okkum niður og hvíla okkum, sum ganga fram við. Hvør er har fyri at minna okkum at hvíla okkum í dag?

Tey eldru halda kanska at tey ungu sita bara á afturpartinum og hyggja í ein skerm. Tey halda kanska at tey bara hvíla seg, men so er ikki.

Heilin hvílur seg so slett ikki, tá ið vit hyggja í ein skerm.

Venjið tykkum heldur til at leggja skermin frá tykkum, tá tit eru saman við fólki.

Tí vit mugu ikki gloyma tað menniskjaliga sambandið, tá tvey fólk sum síggja hvønn annan samskifta, so er tað ikki bert verbalt samskifti, men kropsmál og andlitsbrá siga ofta nógv meira enn orð.

Tað sambandið mugu vit ikki missa. 

Eitt annað,  sum hevur verið nógv frammi í seinastuni, er happing á netinum. Tað virkar so øgiliga nemt at skriva niðrandi til fremmand og kend fólk, tá man ikki stendur andlit til andlit við persónin, men framman fyri ein skerm.   

At brúka orku uppá negativitet, er í mínum hugaheima spilt orka. Brúkið heldur orkuna upp á at tosa um hugskot, heldur enn at spilla persónar. 

Tá onkur kemur við einum góðum hugskoti, verið tá stuðlandi, og latið vera við at stápla tað niður. Um menning skal fara fram í okkara lítla samfelag, so er tað týdningarmikið at nýggj hugskot, sleppa at síggja dagsins ljós.

Eftir at hava upplivað skuggasíðuna av tí at liva, nevniliga at missa. Hevur lívið lært meg at fevna um tey, sum eg havi rundan um meg. Lívið hevur eisini lært meg at síggja tað góða fram um tað keðiliga.

Lívið er alt ov stutt, at brúka uppá neiliga orku, so sum klandur, jantelóg og slatur. Koyr á Vestfallið!

Ímeðan vit liva lívið her á foldini, mugu vit minnast til at brúka tíðina upp á jaliga orku, at liva og hava tað stuttligt. Er tað ikki tað, sum lívið snýr seg um?

Tí skulu vit venda okkara hugsunarhátti, har okur spyrja, hvat Hvalba kann gera fyri okkum. Nei! Okur skulu heldur spyrja, hvat kann JEG gera fyri Hvalba!

Juanita Schrøter Holm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo