Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Ætlanin er at standmyndin av Ólavi á Heygum skal standa Inni á Fjørð í Vestmanna.

Ætlanin er at standmyndin av Ólavi á Heygum skal standa Inni á Fjørð í Vestmanna.

Tað var Ólavur Hátún, sáli, sum fyri skjótt nógvum árum síðani tók stig til ætlanina at gera eina standmynd av undangongumanninum Ólavi á Heygum. Men ymsar forðingar hava verið á leiðini sum hava gjørt, at standmyndin ikki er liðug enn.

- Men nú verður tað, sigur Bjarni Heinesen, sum er formaður í trý manna nevndini sum arbeiðir við at fáa standmyndina undir land. Sambært honum er ikki órealistiskt at ímynda sær, at standmyndin stendur uppi næsta summar.

Hinir í nevndini eru Jóannes Fonsdal og Bárður Nielsen.

Hans Pauli Olsen ger standmyndina, sum eftir ætlan fer at standa Inni á Fjørð í Vestmanna, á bakkanum uttanfyri Fossá, har Ólavur við egnum hondum fór undir at laða eina byrging fyri at gera streym burtur úr máttinum í vatninum. Hetta var í 1907 og verður oftani sagt at vera lunnanir undir tí, sum seinni bleiv til SEV.

Ólavur á Heygum, sum doyði í 1923, legði eisini fyrstu telefonlinjuna í Føroyum, hon gekk ímillum Vestmanna og Havn, langt áðrenn tey flestu høvdu hoyrt nakað um, hvat ein telefon var fyri nakað. Og so var hann eisini við til at stovna Føroya Banka, sum í dag eitur BankNordik.

- Hetta hevur verið eitt drúgvt arbeiði, men vit hava møtt nógvari vælvild hvat fíggingini viðvíkir, sigur Bjarni Heinesen við VP.

Tað hevur eisini verið arbeitt við einum handriti til eina bók um Ólav á Heygum, men tað er ikki greitt enn, um bókin kemur út í samband við at standmyndin verður avdúkað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo