Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyrireikingarbólkurin: Standmyndin, Marmennilin, verður avdúkað í Elduvík leygardagin hin 22. august - seinrapartin kl 3. Tað er kendi listarmaðurin og myndahøggarin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt hana við støði í gamlari søgn í bygdini.

Fyri fáum árum síðan tóku elduvíkingar, og fólk sum standa bygdini nær – umvegis bygdarfelagið – stig til at fáa bygdini hesa standmyndina til vega. Beinanvegin var stórur áhugi fyri átakinum millum fólk, og so væl hava fyritøkur og persónar stuðlað, umframt Runavíkar kommuna, at verkætlanin stendur upp og niður fíggjarliga, nú hon verður latin kommununi í varðveistlu leygardagin.

Meðan Hans Pauli Olsen hevur høgt myndina til, er væl av fyrireikingararbeiði gjørt við Vambaklett, har Marmennilin skal standa. Hetta er økið dygst omanfyri fjøruna og vestanfyri ánna, sum rennur oman gjøgnum bygdina. Nú standmyndin verður sett upp og avdúkað leygardagin, er hetta arbeiði eisini komið á mál.

Fyrireikararnir eru fullgreiðir um serligu støðuna í landinum, og hava tí tikið øll neyðug atlit til tess at forða smittuspjaðing hendan dagin. Meiri fæst at vita um hetta fram eftir vikuni, táið ein skrá eisini verður send miðlum og áhugaðum.

Standmyndin hevur verið ávegis í eina tíð, ætlanin var at krøkja haldið í mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu, men tað miseydnaðist bæði í fyrru og í seinru syftuni – og nú er mentanarvikan flutt til apríl mánaða 2021 – tí varð hildið, at rættast var at fremja avdúkingina nú, meðan myndahøggarin eisini er í landinum og vitjar.

Meiri verður at frætta um málið seinri í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo