

Ert tú ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/ur og kundi hugsa tær at arbeitt nógv komandi tíðina?
So er tað kanska tær vit leita eftir til Góðskingarvirkið hjá Hiddenfjord í Sørvági.
Arbeiðsøki:
Hjá okkum kanst tú vænta eitt fjøllbroytt men krevjandi starv.
Møgulleikarnir eru at arbeiða innan fleiri ymisk økir á virkinum.
Vit leggja dent á góða upplæring og gott arbeiðsumhvørvi.
Tað er møguligt at arbeiða yrkadagar, men vit søkja eisini eftir fólkum at arbeiða í vikuskiftinum.
Tín vangamynd:
Sum persónur er tú røsk/raksur og álítandi, tekur ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi.
Løn og setanartreytir:
Talan er um fulltíðar- ella avloysarastarv.
Løn er sambart sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Tín umsókn:
Um tú ert áhugað/ur kanst tú venda tær til Sveinur Øssur Petersen, formann, á telefon 288770 ella senda umsókn til sveinur.petersen@hiddenfjord.com.
Umsóknarfreistin er 19. august 2022 men vit hoyra fegin frá tær áðrenn.
Hiddenfjord
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo